- Vit skulu vera djarvir, tora at spæla og fara eftir stigum.
Hesir eru høvuðsboðskapirnir hjá Christian Høgna Jacobsen og Róing Sverrason Toyt í samrøðum við heimasíðuna hjá FSF.
Teir eru ávikavist høvuðsvenjari og liðformaður hjá U17 landsliðnum við dreingjum, sum skal møta Estlandi, Bosnia og Íslandi í fýralandakapping. í Føroyum. Talan er um UEFA menningarkapping.
Hoyr samrøðuna við Rósing Toyt úr Vikingi niðanfyri:
Sí eisini: Vit skulu tora at spæla
Fyrsta umfar er á skránni í dag, fríggjadagin 27. februar, annað umfar verður sunnudagin 1. mars, og triðja og síðsta umfar í kappingini verður spælt mikudagin 4. mars.
Dystarskráin
27. feb. Føroyar – Bosnia H. (15:30)
27. feb. Estland – Ísland (19:30)
1. mars Ísland – Bosnia H. (12:15)
1. mars Estland – Føroyar (15:00)
4. mars Bosnia H. – Estland (11:00)
4. mars Føroyar – Íslandi (15:00)
Tað vil siga, at Føroyar leggja fyri móti Bosnia & Hersegovina seinnapartin. Talan er um U16/U17 landslið við dreingjum.
- Lagt er upp til eina spennandi kapping, ið hevur til endamál at gera ungu spælararnar klárar til framtíðar uppgávur á altjóða pallinum. Talan er eisini um fýra rættuliga jøvn lið, og tað er tískil ilt at meta um, hvør er favorittur, skrivar fsf.fo
Hópurin:
Sámal Nolsøe, 07 Vestur
Tobias Mcleod í Hjøllum, B36
Carl Christian Codron, B36
Filip Bendix Laursen, B36
Sveinur Høgnason Vesturdal, B36
Marius Jónsson, EB/Streymur
Villiam Sørensen, EB/Streymur
Bogi Augustinussen, FC Suðuroy
Olivur Joensen, FC Suðuroy
Leon Samuelsen, HB
Andrew Poulsen, KÍ
Markus í Mittúni, KÍ
Emil Poulsen Linklett, KÍ
Elias Justinus Begerau, Skála ÍF
Boas á Reynatrøð, Víkingur
Rósing Sverrason Toyt, Víkingur
Fróði Juul Jarnskor, Víkingur
Pætur Sigurdsson Højgaard, Víkingur
Emil Ludvig Jacobsen, Víkingur
William Hansen, Hvidovre IF
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald