Fótbóltur

U17-kvinnur: Stórsigur á Ísrael

Dysturin millum U17-kvinnurnar hjá Føroyum og Ísrael var ongantíð spennandi, til tess var munurin á liðunum alt ov stórur. Føroyar vunnu trygt, 38-21, eftir hálvleiksstøðuna 22-9.

(Mynd: Azerbaijan Handball Federation)

(Mynd: Azerbaijan Handball Federation)

2023-08-06 15:32 Author image
Sverri Egholm
placeholder

HSF: Dysturin millum U17-kvinnurnar hjá Føroyum og Ísrael var ongantíð spennandi, til tess var munurin á liðunum alt ov stórur. Føroyar vunnu trygt, 38-21, eftir hálvleiksstøðuna 22-9.

Tað var sjónligt rættiliga skjótt í dystinum, at Ísrael var eitt væl veikari mótstøðulið, í mun til Grikkaland í gjár. Føroyar fingu eina flúgvandi byrjan og vóru frammanfyri heili 9-1, longu eftir 10 minuttir. Ísrael tók time-out og royndu at mansverja Silju Eystberg. Hetta órógvaði føroyska spælið eina løtu og vóru heldur nógvar villur, men funnu okkara tó skjótt stevið aftur. Maria Beder byrjaði í føroyska málinum í dag og stóð hon eisini ein góðan fyrra hálvleik. Dysturin var longu væl og virðiliga avgjørdur, tá farið var til hálvleiks við 22-9 til okkara.

Í mun til mótstøðuna, so brúktu venjararnir høvið at fáa flestu leikarar í spæl, og at fordeila kreftirnar í mun til komandi dystir. Í seinna hálvleiki ráddi um at halda leikararnar hugsavnaðar, og at royna ymsar uppstillingar í verju og álopið. Hetta kundi hepnast betri. Verjuspælið var ikki eins gott sum í fyrra hálvleiki og lótu Føroyar fleiri mál inn og fingu málverjarnir fatur á minni. Somuleiðis fingu okkara færri mál í seinna hálvleiki, sum okkara vunnu við 4 í mun til 13 í fyrra. Ísrael var tó ongantíð nær við at koma innaftur í dystin, sum Føroyar vunnu trygt 38-21.

Eftir dystin var málverjin hjá Føroyum, Maria Beder, kosin til besta leikara hjá Føroyum í dystinum. Maria stóð serliga væl í fyrra hálvleiki í dystinum.

Næsti dystur hjá Føroyum verður mikudagin kl. 10.30 móti Luksemborg. Dysturin stroymast á ehftv.com. Lesið annars alt um kappingina, úrslit, støður o.a. her: W17 EHF Championships 2023 (eurohandball.com)

Dystargongdin:
5 min. 1-6
10 min. 1-9
15 min. 5-9
20 min. 7-16
25 min. 8-19
30 min. 9-22
35 min. 12-26
40 min. 14-30
45 min. 17-32
50 min. 19-34
55 min. 20-35
60. min. 21-38

Málskjúttar hjá Føroyum:
Sára Berg á Lag 8
Sára Hórðará 6
Rakul Borgarlíð Joensen 5 (1)
Helena Magnusardóttir 4
Ró Reginsdóttir 4
Silja Geirsdóttir Eystberg 3
Fjóla Skaalum Vilhelm 3
Elida Joensen 2
Marjun Jansdóttir 1
Agatha Djurhuus 1
Karinbeth Kjæbæk 1

Málverjar:
Maria Beder 35%
Gylta á Neystabø 50%

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder