Føroysku U17-genturnar í fótbólti megnaðu at spæla javnleik 0-0 ímóti Danmark, tá seinasta umfar í NM-kappingini var á skránni mánadagin. Dysturin skuldi tó avgerast við brotsspørkum, og tá vunnu Føroyar 4-3.
Føroyska U17-landsliðið við gentum reisti seg av álvara, tá seinasta umfar í NM-kappingini, sum í hesum døgum er í Ribe í Vesturjútlandi, varð spælt mánadagin.
Úrslitið í síðsta dystinum gjørdist javnleikur 0-0 ímóti Danmark, sum føroysku genturnar annars taptu tepurt fyri í fyrsta umfari.
Donsku genturnar vóru omaná í spæli og málmøguleikum, men okkara gentur stríddust væl og stóðu stinnar á vøllinum, og tað eina stigið til Føroyar var tí fult uppiborið.
Reglurnar í NM-kappingini eru annars tær, at tá dystir enda javnt, verður fari beinleiðis til brotssparkskapping, og tá vístu føroysku genturnar veruliga styrki, og vunnu 4-3.
Næst á skránni hjá U17-gentunum er EM-undankappingin, sum verður í Slovakia í november.
Kelda: fsf.fo
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald