Í døgunum 18. til 27. oktober skal U17-landsliðið við dreingjum til innleiðandi EM-undankapping í Makedónia. Umframt Føroyar og vertslandið, vera Ísrael og Spania eisini við í kappingini.
Í summar tók U17-landsliðið lut í Norðurlandameistarakappingini, ið Føroyar vóru vertur fyri. Áki Johansen hevði stutt frammanundan tikið við starvinum sum venjari, og sæð í ljósinum av hesum, er hann væl nøgdur við avrikið hjá dreingjunum, sum endaðu nummar seks av teimum átta luttakandi londunum í NM-kappingini, skrivar FSF.
- Eg minnist, at eg bleiv spurdur fyri tveimum árum síðani, tá vit fóru avstað til undankappingina, um vit ætlaðu okkum víðari, og tá var eg eitt sindur djarvur og svaraði ja. Og vit gjørdu tað tá. Vit skulu tora at droyma, men vit skulu ikki bara droyma. Vit skulu trúgva upp á, at tað kann gerast veruleiki.
- Spania verður tann stóra avbjóðingin í hesum bólkinum. Tað hava vit roynt fyrr, og tað gekst okkum ikki so væl. Hinvegin, um dreingirnir endiliga skulu tapa onkran fótbóltsdyst – og tað koma teir altíð at gera innímillum – so er tað nógv stuttligari at tapa móti einum ordiliga góðum liði, sigur Áki Johansen við heimasíðuna hjá FSF.
Hópurin
Ari Petersen, 07 Vestur
Noah Hans Mneney, ÍF
Tórur Franksson Joensen, HB
Mikkjal Hellisá, EB/Streymur
Ári Arge, HB
Jónas J. Warner, B36
Gulak Andrias Jacobsen, SønderjyskE (DEN)
Olaf K. Hansen, KÍ
Gutti Dahl-Olsen, EB/Streymur
Ási Pálsson Dam, HB
Kristian Krog Hentze, B36
Dánial Danielsen, NSÍ
Gilli Róason, HB
Meinhard F. Janusarson, NSÍ
Ingolf Tvørfoss, Víkingur
Børge Petersen, KÍ
Jóel H. Jacobsen, NSÍ
Bergur J. Poulsen, Víkingur
Skráin
20. okt. Ísrael – Føroyar
23. okt. Spania – Føroyar
26. okt. Føroyar – Makedónia
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald