Hondbóltur

U17: Ov stuttar til bronsu og EM-plássið

Føroysku genturnar taptu við fimm málum fyri Litava í síðsta dystinum í EHF Championship kappingini í Baku.

Føroyska liðið kundp spælt seg til bronsu heiðursmerki og harvið EM-pláss næsta ár, men tað eydnaðist ikki (Mynd: Azerbaijan Handball Federation)

Føroyska liðið kundp spælt seg til bronsu heiðursmerki og harvið EM-pláss næsta ár, men tað eydnaðist ikki (Mynd: Azerbaijan Handball Federation)

2023-08-13 15:03 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Føroysku U17-kvinnurnar taptu 32-27 fyri Litava í dag og endaðu harvið nummar fýra í EHF Championship kappingini í Aserbadjan. Hálvleiksstøðan var 20-16 til Litava. Føroyar megnaðu harvið ikki at vinna sær pláss til U19 EM-endaspælið í 2025, tá bert trý tey ovastu liðini í hesari kappingini sleppa við.

Føroysku kvinnurnar tóktust tendraðar frá byrjan. Silja Eystberg hevði fleiri góð langskot og Gylta á Neystabø fleiri góðar bjarging í føroyska málinum.

Liðini fylgdust fyrru helvt av fyrra hálvleiki, men sníktu heldur nógvar villur og brend skot seg í føroyska spælið, og Litava legði seg nøkur mál fram um. Litava skoraðu heili 20 mál í fyrra hálvleiki, og vitnar hetta um, at verjan var størsti trupulleikin hjá Føroyum. Føroyska verjan ernaðist tó í seinna hálvleiki og stóð væl betri saman við einari tá vælleikandi Mariu Beder í málinum.

[object Object]

[object Object]

[object Object]
(Myndir: Azerbaijan Handball Federation)

Føroyar hálaðu inn á Litava, og tá tað restaðu fimm minuttir í var bert eitt mál á muni. Føroyska liðið hevði møguleikar at vinna seg fram um, men vóru ov nógvar tekniskar villur og brend skot til, at tað bar longur. 

Eftir dystin var høgri vongurin hjá Føroyum, Joan Johannsen, kosin til besta leikara hjá Føroyum í dystinum. Joan var eisini javnsettur føroyskur toppskjútti við 6 málum.
[object Object]
Joan Johannesen (Mynd: Azerbaijan Handball Federation)

Føroyar gjørdust við hesum ov stuttar til U19 EM-endaspælið í 2025 og skulu ístaðin spæla EHF Championship kapping lík hesari.

Dystargongdin Litava – Føroyar (32-27)
5 min. 2-2
10 min. 6-6
15 min. 9-8
20 min. 11-9
25 min. 15-11
30 min. 20-16
35 min. 21-18
40 min. 23-19
45 min. 25-21
50 min. 26-23
55 min. 28-27
60. min. 32-27

Málskjúttar hjá Føroyum:
Joan Johannesen 6
Silja Geirsdóttir Eystberg 6 (1)
Rakul Borgarlíð Joensen 4
Katrin Hansen 2
Sára Hórðará 2
Karinbeth Kjærbæk 2
Marjun Jansdóttir 1
Fjóla Skaalum Vilhelm 1
Helena Magnusardóttir 1
Marta Højgaard 1
Sára Berg á Lag 1

Málverjar:
Maria Beder 40 prosent
Gylta á Neystabø 23 prosent


Hondbóltssamband Føroya
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder