Fótbóltur

U17: Rakk ikki til finalupláss hóast flott avrik

Føroysku kvinnurnar stríddust sera væl móti favorittunum úr Niðurlondum, men tað manglaði nakað av neyvleika í álopsspælinum, og føroyska liðið rann allatíðina aftaná í einum dysti, har málverjarnir av álvara gjørdu vart við seg.

Føroysku U17 kvinnurnar taptu við trimum málum í hálvfinaluni í EHF CHAMPIONSHIP í Tbilisi móti sterka niðurlendska liðnum (Mynd: Hondbóltssamband Føroya)

Føroysku U17 kvinnurnar taptu við trimum málum í hálvfinaluni í EHF CHAMPIONSHIP í Tbilisi móti sterka niðurlendska liðnum (Mynd: Hondbóltssamband Føroya)

2021-08-13 13:32 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í bólkaspælinum varð niðurlendska liðið als ikki avbjóðað, men tað varð tað í hálvfinaluni. Føroyar byrjaðu annars ikki væl, og tað varð skjótt 3-0. Álopsspælið var ov ótolið fyrstu løtuna og merkt av skeivum avgerðum, og hetta gekk eisini aftur í løtum í dystinum.

Føroyska liðið fekk tó skjótt gott tak á dystinum og serliga álopinum hjá Niðurlondum, og tað bleiv 5-5 um miðjan hálvleik. Tað var tó ein løta í seinnu hálvu av 1. hálvleiki, har tær í svørtum vóru á veg at fara avstað, men Føroyar endaðu hálvleikin væl - millum annað við at standa sterkt í verjuni.

Í 2. hálvleiki var gongdin tann, at liðini so at siga skiftust um at skora, og at munurin harvið var annaðhvørt eitt og tvey mál. Bæði liðini gjørdu nøkur teknisk mistøk men skoraðu eisini heilt góð mál. Silja Arngrímsdóttir Müller stóð ein góðan fyrra hálvleik, men fann eina løtu í seinna hálvleiki eitt uppaftur hægri støði, har Haukar-málverjin pilkaði skot eftir skot og hevði fleiri stórbjargingar og helt í roynd og veru Føroyum heilt inni í dystinum. 

Silja varð eisini kosin besti leikari hjá Føroyum. Trupulleikin var, at málverjin hjá Niðurlondum eisini var teirra besti leikari, og hevði eisini fleiri avgerandi bjargingar. Serliga var tað, tá Føroyar høvdu møguleikar at javna, millum annað eftir bjargingg frá Silju ella gott verjuspæl í hinum endanum, og hon bjargaði eisini brotskasti, tá átta minuttir vóru eftir, og munurin var tvey mál.

Talan var um einasta brotskastið, ið Lukka Arge ikki skoraði uppá. Hon skoraði átta brotskast - tað seinasta kom stutt eftir tað misnytta, tá Lukka smekkaði bóltin umvegis yvirleggjaran í málið. Nummar 40 hjá Føroyum gjørdist aftur toppskjútti.

Tað rakk tíverri ikki til finalupláss hjá Lukku, Silju og hinum á føroyska liðnum ið stríddist sera væl móti favorittunum í kappingini. Seinastu løtuna fingu okkara ikki støðgað niðurlendsku álopunum og gagnýtt eina yvirtalsstøðu. Úrslitið merkir, at Føroyar sunnudagin skulu spæla um triðja plássið móti taparanum av Ukraina -Serbia, ið spæla seinnapartin.


WOMEN’S 17 EHF CHAMPIONSHIP 2021
Hálvfinala - 13.08, Tbilisi
Føroyar - Niðurlond 21-24 (10-11)


Dystargongdin:
5 min: 0-3
10 min: 3-4
15 min: 5-5
20 min: 6-9
25 min: 8-11

35 min: 11-13
40 min: 14-15
45 min: 15-16
50 min: 17-18
55 min: 20-17

Málskjúttar:
Lukka Arge 8 (8)
Maria Palsdóttir Nólsoy 4
Bjørk Franksdóttir Joensen 3
Karin Egholm 2 
Karina Debes Heinesen 2
Anna Eliasabeth Halsdóttir Weyhe 1 
Lea Mohr 1

Bjargingar:
Silja Arngrímsdóttir Müller 13

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder