2025-11-22 14:52
Í komandi viku fara seks ungdómsbadmintonleikarar til sponsku feriuoynna Lanzarote at luttaka í U17-EM fyri lið, skrivar Badmintonsamband Føroya.
Í lutakastinum endaði føroyska ungdómslandsliðið í bólki við Póllandi, Lettlandi og Portugal, sum eru sterk lið frá munandi fólkaríkari londum.
Úttiknu leikarnir eru hesir:
- Inga Guðrin Samuelsen
- Tóra Erlandsdóttir
- Brynja á Borg
- Símun Sigvardsen
- Tístram Hammer
- Óðin Eldevig
Venjari er Fai Yin Wong, og ferðaleiðari er Birita Samuelsen.
Upprunaligu blivu Beinir Weihe og Sarita Kvilt úttikin til kappingina, men tey bæði vera tíverri ikki við vegna skaðar, skrivar Badmintonsamband Føroya.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald