Fótbóltur

U17: Spennandi avbjóðing í Gibraltar

Frá 12. til 20. mars er UEFA menningarkapping er á skránni. Fróði Benjaminsen hevur úttikið 18 spælarar úr níggju ymiskum feløgum.

U17-venjaratoymi: Fróði Benjaminsen, høvuðsvenjari, Fróði Clementsen, málmansvenjari, og Rógvi Nónsgjógv Poulsen, hjálparvenjari (Mynd: FSF)

U17-venjaratoymi: Fróði Benjaminsen, høvuðsvenjari, Fróði Clementsen, málmansvenjari, og Rógvi Nónsgjógv Poulsen, hjálparvenjari (Mynd: FSF)

2024-03-01 21:56 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Fróði Benjaminsen, venjari hjá U17-landsliðnum við dreingjum, hevur úttikið 18 spælarar til UEFA menningarkappingina í Gribraltar, sum verður frá 12. til 20. mars.

Luttakandi londi vera Gibraltar, Føroyar, Ísland og Litava. Allir dystirnir verða spældir á Victoria Stadion, ið er tjóðarleikvøllurin í Gibraltar.

Áðrenn fráferð eru tvær venjingar á skránni, sum verða mikudagin 6. og fríggjadagin 8. mars.

Hópurin:
Jógvan í Skála, HB
Rani Johannesen, HB
Jónas Brynhildarson Gaard, HB
Dánial T. Mørkøre, HB
Silas B. Joensen, HB
Dávid Reynheim, HB
Markus Johansen, 07 Vestur
Rasmus Helgason, 07 Vestur
Rasmus Emil Poulsen, B36
Djóni Sivertsen, B36
Eyðtór Eysteinsson Joensen, Royn
Jens Eiler Samson, Víkingur
Páll Müller, KÍ
Jeffrey Dulavík Berg, Skála
Tróndur Sjúrðarson, NSÍ
Pauli Richardson, NSÍ
Benadiktus Olsen, NSÍ
Mathias Trygve Møberg, Viborg FF (Danmark)

Dystaskráin
14. mars Litava – Føroyar
16. mars Føroyar – Ísland
19. mars Gibraltar – Føroyar

Fótbóltssamband Føroya

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder