Fótbóltur

U17: Taptu tepurt í fyrstu royndini

Silja Ragnarsdóttir Trier minkaði um munin í 64. minutti á Tórsvølli, men Føroyar megnaðu ikki at skora til 2-2 móti Lettlandi. Næsta uppgáva er Georgia mikudagin.

Tær fyrsti ellivu hjá Føroyum í sínum fyrsta veruliga heimadysti á landsliðnum (Mynd: Fótbóltssamband Føroya)

Tær fyrsti ellivu hjá Føroyum í sínum fyrsta veruliga heimadysti á landsliðnum (Mynd: Fótbóltssamband Føroya)

2024-03-17 16:12 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fyrsti dystur í bólki B3 í EM-undankappingini hjá U17 gentum varð spældur á Tórsvølli tíðiliga seinnapartin. Føroyar eru vertir og tóku ímóti Lettlandi.

Tað leikaði javnt á fyrstu løtuna, og fáir upplagdir málmøguleikar vóru. Í 18. minutti hevði Silja Ragnarsdóttir Trier tó eina fína roynd. Lettland tók so líðandi eitt sindur yvir og legði seg fimm minuttir fyri steðgin. Liðskiparin og tann besta hjá Lettlandi, Gabriela Andersone, dribblaði seg inn í føroyska brotsteign, sveiggjaði vinstra beinið og Ingrið Berg Rasmussen fekk bert fingrarnar á.

Málverjin hjá Føroyum hevði annars nakrar góðar bjargingar í dystinum og var við at halda Føroyum inni í dystinum tíðliga í 2. hálvleiki við millum annað beinparadu. Útiliðið var tó annars greitt omaná eina løtu, og Gabriela Andersone økti í 54. minutti til 2-0.

Føroyska liðið reisti seg aftur. Meira broddur kom í spælið, og fleiri nærdystir vóru vunnir - har var lettiska liðið annars omaná samanlagt. Í 64. minutti vann Silja Trier sjálv bóltin beint uttanfyri brotsteigin hjá Lettlandi við góðum arbeiði, bólturin rullaði inn í brotsteigin, Silja fylgdi við og høgdi sjálv bóltin í netið.

2-1 og alt opið. Føroyar komu eisini til nakrar rímiliga góðar støður. Brá Zakarisardóttir hevði nøkur langskot í dystinum, men sum heild fingu okkara ikki hótt lettiska málverjan nóg mikið.

Ein uppiborin sigur til útiliðið, men Føroyar vóru í løtum heilt væl við. Mikudagin er Georgia á skránni.

EM-undankapping fyri U17-gentur - bólkur B3
1. umfar.Í dag, Sunnudagin 17. mars
Føroyar - Lettland 1-2
41' Gabriela Andersone 0-1
54' Gabriela Andersone 0-2
64' Silja Ragnarsdóttir Trier 1-2

[object Object]

Føroyska liðið sæst her: Lý Gray Djurhuus, Bára Tórálvsdóttir Poulsen og Sofía Ejdesgaard Hansen kom uá vøllin eftir steðgin.


Kl. 17:00 Rumenia – Georgia

2. umfar, mikudagin 20. mars
Kl. 13:00 Føroyar – Georgia
Kl. 17:00 Rumenia – Lettland

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder