Tað bleiv til tríggjar føroyskar ósigrar í UEFA menningarkappingini fyri U17-landslið við gentum, ið farnu dagarnar hevur verið í Moldova. Men sum heild var talan um eina læruríka kapping. Hetta sigur venjarin, Eyðvør Jakobsen vð fsf.fo
1-5 fyri Moldova, og síðani 1-3 fyri bæði Litava og Rumenia gjørdist úrtøkan hjá føroyska U17-landsliðnum. Í fyrsta dystinum fingu Føroyar ein skelk:
– Vit fingu ein frammaná í fyrsta dystinum. Vit vóru illa skipaðar, samstundis sum Moldova fekk alt ov løtt mál. Í øðrum dystinum reistu vit okkum og vóru munandi betri skipaðar og fyrireikaðar, samstundis sum okkara gentur arbeiddu hart móti einum góðum litaviskum liði.
– Seinasti dysturin í kappingini varð spældur í nógvum hita, men aftur hesaferð stríddust okkara gentur ómetaliga væl, og avrikið var nøktandi. Sum heild var hetta ein lærurík kapping, har vit fluttu okkum rætta vegin fyri hvønn dyst, sigur landsliðsvenjarin, Eyðvør Jacobsen við heimasíðuna hjá FSF.
Føroysku málskjúttarnir í kappingini vóru Kára Sigurðsson (KÍ), ið skoraði tvey, og Sara Benjaminsen (Skála), sum skoraði eitt vakurt mál.
Tað næsta á skránni hjá U17 gentunum er Baltic Cup, sum verður í Estlandi um mánaðarskifti juni-juli. Síðani er tað EM-undankapping í heyst.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald