
Eftir at hava vunnið á Føroyum við seks málum leygardagin, vunnu íslendsku U17-kvinnurnar aftur greitt í seinna venjingardystinum við Streymin sunnudagin.
Tað bleiv til ein tryggan 29-20 sigur, eftir hálvleiksstøðu á 17-7.
Føroyar byrjaðu serstakliga illa og vóru aftanfyri 6-1 eftir sjey minuttir. Føroyska liðið fekk ikki glið á álopsspælið, gjørdu nógvar villur og brendu stórar møguleikar. Ísland fekk av tí sama nógv skjót og løtt mál.
Álopsspælið fleyt tó betri í seinna hálvleiki, og skotini sótu betri. Føroyar endaðu við at vinna seinna hálvleik við einum máli, og var tað nakað jaligt at taka við, skrivar Hondbóltssambandi.
Málskjúttar hjá Føroyum
Halla Haldansen 3
Lý Dávadóttir Magnussen 3 (1)
Bjørk Mariusardóttir 3
Solveig Guðmundsdóttir Ripley 3
Meta av Fløtum 2 (1)
Lilja Skaalum Vilhelm 2
Fríða Eysturtún Rubeksen 1
Maria Poulsen Hellisdal 1 (1)
Herdis Højgaard Petersen 1
Vár Leo Mortansdóttir 1 (1)
Dystirnir móti Íslandi um vikuskiftið vóru fyrireiking til EM-endaspælið, sum verður í Montenegro í august. Har hittast liðini aftur, tí Føroyar eru í bólki saman við Niðurlondum, Íslandi og Sveis.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald