Ein stór avbjóðing fyri føroyskan fótbólt, Fótbóltssamband Føroya, og serliga føroyska U17-landsliðið við gentum stendur fyri framman, tá Føroyar og FSF verða vertir fyri EM-endaspælinum fyri U17-landslið við gentum í 2021.
Sum liður í fyrireikingunum til EM-endaspælið verða Føroyar fyrst í november vertir fyri einari fýra-landakapping. Hetta boðar Fótbóltssamband Føroya frá í dag. Belgia, Danmark og Ísland vitja í Føroyum, og dystirnir verða spældir 1., 4. og 7. november.
– Hetta er ein kærkomin møguleiki hjá okkum at fáa nakrar góðar venjingardystir. Vit eru jú við í endaspælinum sum vertsland og skulu tí ikki spæla undankappingardystir, umframt at aðrar kappingar, sum vit skuldu taka lut í, eru avlýstar av koronasmittuni. So hetta kemur væl við, sigur venjarin hjá U17-gentunum, Pauli Poulsen, við heimasíðuna hjá FSF.
Pætur S. Clementsen (t.v.), tekniskur stjóri í FSF, og Pauli Poulsen, venjari hjá U17-landsliðnum við gentum – Mynd: Bjarni Enghamar
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald