Annað

U17: Vunnu á Danmark í dystinum um fimta plássið

Neyðugt varð við fimm settum í Ikast, har talan gjørdist um ein heilt spennandi dyst, og har føroysku genturnar at enda vóru omaná. U17-dreingirnir spæla í løtuni um bronsuna.

Stórur føroyskur fagnaður eftir sigurin á vertunum í maraton-dystinum (Mynd: Flogbóltssamband Føroya)

Stórur føroyskur fagnaður eftir sigurin á vertunum í maraton-dystinum (Mynd: Flogbóltssamband Føroya)

2022-10-19 11:47 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Føroysku U17-genturnar hava í morgun vunnið 3-2 á donsku vertunum í dystinum um 5. plássið í NEVZA-kappingina - einum dysti sum tók næstan tveir og ein hálvan tíma.

Flogbóltssamband Føroya skrivar, at talan veruliga var um ein gysara allan vegin, og tað vísa settúrslitini eisini: 

Føroyar vunnu við trimum í fyrsta setti, í setti nummar tvey vunnu bæði liðini yvir 30 bóltar - har Danmark at enda var omaná - tær føroysku vunnu síðani trygt triðja sett, men við eykabólti í 4. setti tryggjaði Danmark, at talan gjørdist um fimm-settara.

- Tá tað galt, so var sligið við saft og kraft, og viðhvørt við snildi, og tað gjørdi, at Føroyar vunnu javnbrótaran 15-12.

Soleiðis skrivar FBF um avgerandi og spennandi setti, ið tryggjaði Føroyum 5. plássi í kappingini, ið byrjaði mánadagin.

Danmark-Føroyar 2-3 (22-25, 33-31, 18-25, 26-24, 12-15)

Føroyska liðið:
Sofía Weihe Simonsen, SÍ
Anja Sólja Niclasen, SÍ
Lív Bára Hansen, Fleyr
Brynja Jákupsdóttir, Fleyr
Saranja Mouritsen, Fleyr
Bára Leonsson Mouritsen, Fleyr
Tóta Búadóttir, Fleyr
Ranja Jóhannesdóttir Magnussen, TB
Bjørk Lunell Bruhn, TB
Ása Thorkildshøj, KÍF
Nicola Toftegaard, Ikast KFUM
Rikka Allansdóttir Joensen, DHV Odense

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder