Hondbóltur

U18 ávegis til EM-kapping í Georgia

U18 landsliðið við monnum fór í gjár av landinum og sett kósina móti Tbilisi í Georgia, har teir skulu taka lut í EM-kapping..

Mynd: Hsf.fo

Mynd: Hsf.fo

2018-08-09 07:03 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Frá heimasíðuni hjá Hondbóltssambandinum: 

Føroyar eru í bólki við Luksemborg, Estlandi, Litava, Makedonia og Sveis. Fyrsti dysturin hjá Føroyum er fríggjadagin móti Luksemburg.

EM-kappingin er skipað á sama hátt, sum tann, ið U20-manslandsliðið júst hevur luttikið í, har tvey lið úr hvørjum bólki spæla seg í hálvfinalurnar og at tað annars eru plaseringsdystir.

Til ber at fylgja U18 landsliðnum á Instagram hjá HSF, sum eitur Faroe Islands Handball. Dystirnir hjá U18 verða stroymdir á heimasíðuni hjá evropeiska hondbóltssambandinum, eurohandball.com.

Venjarar hjá U18 landsliðnum eru Birgir Hansen og Bogi Hendriksen.

Teir, sum eru úttiknir til EM-kappingina eru:

Heini á Heygum, VÍF
Andri K. Hansen, STÍF
Martin Danielsen, STÍF
Ivan Mrdalo, STÍF
Dánjal Ragnarsson, Neistin
Julian Kragesteen, Neistin
Jónas Rasmussen, Neistin
Tróndur Mikkelsen, Skjern Håndbold
Høgni F. Gaard, Skjern Håndbold
Gilli S. Holm, Oure
Pauli Mittún, H71
Sakaris A. Sakarisson, H71
Hákun av Teigum, H71
Bogi Hansen, H71
Elias á Skipagøtu, H71
Pauli Jacobsen, H71

 
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder