Fótbóltur

U18-dreingirnir skulu eisini til EM-undankapping í Írlandi

Ungu flogbóltsmenninir skulu spæla ímóti Írlandi, Norðurírlandi, Skotlandi og Íslandi í Dublin í næstu viku.

Rajko Petrovic og hjálparvenjarin Milorad Ristovic hava tikið 12 spælarar út til EM-undankappingina

Rajko Petrovic og hjálparvenjarin Milorad Ristovic hava tikið 12 spælarar út til EM-undankappingina

2026-01-09 15:05 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

U18 landsliðið við dreingjum í flogbólti skal frá 12. til 14. januar luttaka í EM undankapping í Dublin. Talan er um dreingir, sum er føddir í 2009 og seinni.

Í kappingini møta dreingirnir Írlandi, Norðurírlandi, Skotlandi og Íslandi.

Kappingin hjá dreingjunum er skipað í einum bólki, har føroysku dreingirnir mánadagin 12. januar leika ímóti Skotlandi. Týsdagin 13. januar møta teir Írlandi og Norðurírlandi og síðsti dysturin er 14. januar ímóti Íslandi.

U18-landsliðið við gentum skal eisini til EM-undankapping í írska høvuðsstaðnum - les meira her

Eins og hjá gentunum, so fer vinnarin av kappingini víðari til EM endaspælið. Endaspælið hjá evropisku U18 dreingjunum verður í Italiu frá 7. - 18. juli.

Nummarr. 2 í kappingini skal til enn eina undankapping. Hendan verður 26. - 29. mars. Staðsetingin fyri hesa undankappingina er ikki ásett enn.

Liðið er mannað við hesum leikarum:
Andreas Thorsteinsson, TB
Hans Jacob Gaard Petersen, TB
Harry Jacobsen Øster, TB
Magnus Højgaard, Ternan
Jóhan Kass Henriksen, Ternan
Elias Búason Jensen, Ternan
Kaj Anton Johannesen, Ternan
Tobias Thomsen, Ternan
Petar Ilic, ÍF
Jónstein Jacobsen, ÍF
Filip Jovovic, ÍF
Óli Hvítklett, Mjølnir

Høvuðsvenjari er Rajko Petrovic og hjálparvenjari Milorad Ristovic. Ferðaleiðari hjá dreingjunum er Hanna Helena Weihe Simonsen.

Flogbóltssamband Føroya

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder