2026-01-13 16:06
Flogbóltssamband Føroya: Við tapinum ímóti Írlandi løgdu føroysku U18-dreingirnir eitt økt trýst á seg sjálvar - um at fáa heiðursmerkir heim aftur við og eisini um teir skulu vinna seg í EM endaspælið í summar ella til eina 2. undankapping í mars.
Tað byrjaði so væl og sá út sum ein rættuliga lættur dystur. Føroysku dreingirnir komu á odda 2-0 í settum uttan veruliga at leika ein góðan dyst.
Men í triðja settið vendi og Írland byrjaði at leika betur og vann settið. Støðan gjørdist uppaftur truplari í fjórða settið, sum Írland vann lættliga.
Nú skuldi javnbrótari til fyri at avgerða dystin. Hendan vann Írland eisini til frøi fyri teir nógvu írsku áskoðararnar í høllini.
Settúrslitini vóru 25-19, 25,19, 22-25, 18-25 og 10-15.
Skulu vinna báðar teir seinastu dystirnar - spæla aftur klokkan 17
Við hesum er Ísland nummar 1 í bólkinum við fullum stigatali, 6 stig. eftir tveir dystir. Írland er nummar tvey við 5 stigu,m og á 3. plássinum koma Føroyar við fýra stigum.
Skotland og Norðurírland hava enn ikki fingið nakað stig. Fyri Føroyar er nú best, at Skotland vinnur dystin í dag ímóti Írlandi og so sjálvsagt, at Føroyar vinna teir dystirnar, sum eru eftir at leika.
Føroyska liðið spælir aftur í dag kl. 17.00 ímóti Norðurírlandi, meðan Skotland og Írland leika - tað snýr seg um í minsta lagi at enda nummar tvey í bólkinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald