Hondbóltur

U18 EM: Spæla um HM-pláss móti Norðurmakedónia hósdagin

Føroyar skulu spæla tríggjar dystir restina av vikuni í Serbia og skulu royna at enda so høgt sum gjørligt í EM-endaspælinum. Allir dystirnir síggjast á Portalin - eisini klokkan 11 í morgin.

2026-08-05 13:22 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Eins og U20-menninir í síðsta mánaða, skulu U18-dreingirnir spæla um 9. - 16. pláss síðsta partin av endaspælinum. Hetta eftir at tað ikki eydnaðist at vinna seg í fjórðingsfinaluna.

Tað staðfeti fimm-máls tapi fyri Danmark mikudagin. Næst á skránni er Norðurmakedónia.

Ikki eins sterk mótstøða, men eitt gott og kropsliga sterkt hondbóltslið. Dysturin byrjar klokkan 11 hósdagin 6. august og sæst beinleiðis og ókeypis á Portalinum, umframt at hann hoyrist á FM1.  

Restina av vikuni snýr tað seg um at fáa virðismiklar kappingardystir saman - hetta er fyrsta endaspæl hesir spælararnir eru við til. 

Og um teir skulu til HM fyri U19-landslið næsta ár er neyðugt at vinna ein ateimum trimum dystunum, sum er eftir, fyri at tryggja hetta. Umframt tað, telur hvør sigur í styrkismeting fyri Føroyar.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder