Hondbóltssamband Føroya: Føroyar kempaðu við øllum og bardust veruliga fyri fjórðingsfinaluplássinum móti Danmark í dag. Dysturin bleiv ikki avgjørdur fyrr enn seinastu 5 minuttirnar, men Danmark sýndi styrki og vunnu 32-27, eftir at teir vóru frammanfyri 16-13 í hálvleikinum.
Føroyar komu aftur illa frá byrjan í dag og komu afturum 5-0. Okkara vóru leitandi í álopinum og stríddust við at finna loysnir móti vælvaksnu og tøttu donsku verjuni. Føroysku venjararnir máttu taka leikbrá eftir 7 minuttir og skiftu spælskipan til 7 móti 6. Hetta hepnaðist væl og eftir 20 minuttir stóð 10-10. Danmark svaraði tó aftur seinastu løtuna fyri hálvleik og vunnu sær eina leiðslu á trý mál til hálvleiks, 16-13.
Munurin vaks ikki stórvegis í seinna hálvleiki. Føroyska 7 móti 6 spælið riggaði væl og spældi Boas á Skipagøtu síðmannin, Gabriel Skeel Árnasson, fleiri ferð púra frían. Dysturin lá leingi og svingaði millum 3 og 4 mál, men megnaði okkara tó ongantíð at koma nærri enn 2. Danski málverjin hevði nakrar góðar og avgerandi bjargingar og komu Føroyar tískil ikki nærri. Dysturin endaði 32-27 til Danmark.
Eftir dystin var Gabriel Skeel Árnason kosin besti leikarin hjá Føroyum í dystinum. Gabriel stríddist væl í verjuni og var eisini serliga eyðsýndur við 4 málum í seinna hálvleiki.
Gabriel Skeel Árnason fegnast eftir eitt av hansara fimm málum. Føroyski liðformaðurin tó stóra ábyrgd í nógvum løtum (Mynd: Nikola Cimburovic)
Føroyar skulu seinni í vikuni spæla um plássini 9 til 16 í EM-endaspælinum. Liðini, sum enda millum 15 tey bestu, koma í HM-endaspælið næsta summar, og skal ein sigur afturat til fyri at tryggja hetta.
Fyrsti møguleikin er móti Norðurmakedónia hósdagin klokkan 11 føroyska tíð - Portalurin vísir dystin.
U18 EM-endaspæl, bólkur III í miðumfarinum
Síðsta umfar - í dag, týsdagin 4. august
Føroyar - Danmark 27-32 (13-16)
Dystargongdin: Føroyar – Danmark:
5 min. 0-3
10 min. 2-7
15 min. 5-9
20 min. 9-10
25 min. 12-13
30 min. 13-16
35 min. 17-21
40 min. 20-24
45 min. 21-25
50 min. 24-27
55 min. 25-29
60 min. 27-32
Málskjúttar hjá Føroyum:
Boas Ellefsen á Skipagøtu 12 (1)
Gabriel Skeel Árnason 5
Jónas Fossabrúgv 3
Gilli Reginsson 2
Mortan Eyðunarson 1
Teitur Poulsen Hellisdal 1
Axel Holm Simonsen 1
Jóan Petur Mortensen 1
Hugin Halgirson 1
Málverjar:
Micah Wardum Ragnarsson, 43 min, 5 bjargingar
Jákup Arngrímsson Müller, 17 min, 1 bjarging
Sí meira um dystin her
1. Danmark 6 stig *
2. Spania 4 stig *
--------------------
3. Føroyar 1 stig
4. Pólland 1 stig
* Víðari
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald