Tá tíggju og ein hálvur minuttir vóru farnir av dystinum hjá Føroyum móti Spania hóskvøldið, tá Teitur Bogason fekk sína útvísing nummar tvey. Tann eina sá bílig út, meðan hin var í lagi.
Høgi havnarmaðurin var bert á vøllinum í nakrar minuttir afturat, tí hann lá til reytt kort. Og man sá í løtum, at hann manglaði.
Hugin Halgirsson varð noyddur at spæla so at siga allar minuttirnar á strikuni í álopinum og í miðverjuni. Hugin stóð seg væl, men tað hevði verið gott við Teiti sum makkara/avloysara í løtum, og móti Eysturríki leygarkvøldið gjørdi Teitur Bogason eisini gagn av sínari orku.
Hann skoraði fimm mál, screenaði væl og tók nógva ábyrgd í góðum verjuavriki, har Teitur dekkaði í miðverjuni stóran part av 26-26 dystinum.
Sí eisini: Føroyar stríddu seg til javnleik og spældu seg víðari
Teitur Bogason varð javnsettur føroyskur toppskjútti saman við Boasi Ellefsen á Skipagtøtu. Av strikuni skoraði nummar 80 fimm av sínum seks skotum, og varð spælarin úr Kyndli heiðraður sum dagsins spælari hjá Føroyum eftir dysti.
Teitur Bogason í fyrsta dystinum móti Finnlandi. Hann kann fáa stóran leiklut í miðumfarinum (Mynd: Dusan Sandic)
Í dag er hvílidagur í Beograd. Fyrri dysturin í miðumfarinum verður spældur í morgin, mánadagin 3. august klokkan 16 føroyska tíð. Dysturin sæst ókeypis á Portalinum við føroyskum frásøgufólki.
Sí eisini: Spæla móti Póllandi mánadagin - móti Danmark týskvøldið
U18 EM-endaspæl, bólkur III í miðumfarinum
1. Danmark 2 stig *
2. Spania 2 stig *
--------------------
3. Føroyar 0 stig
4. Pólland
* Hava stig við víaðri frá innanhýsis uppgerð í bólkaspælinum
Tvey lið ovastu liðini eru víðari til ovara miðumfari. Har eru Danmark og Pólland á skránni hjá Spania og Føroyum
1. umfar, mánadagin 3. august
16.00: Føroyar - Póllandi
18.30: Danmark - Spania
2. umfar, týsdagin 4. august
16.00: Pólland - Spania
18.30: Føroyar - Danmark
Dystirnir hjá Føroyum kunnu síggjast ókeypis í Føroyum á Portalinum - og uttanlands við data (5G) um ein hevur føroyskt hald. Beinleiðis frásøgn hoyrist á FM1.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald