Fótbóltur

U18 EM: Føroyar stríddu seg til javnleik og spældu seg víðari

Eysturríki var á odda meginpartin av dystinum, men 2. plássið kom ikki veruliga í vanda: Verjuparturin hjá Føroyum gjørdi nógv rætt, og ungu menninir hildu høvdið kalt í ókendari støðu. Danmark og Pólland bíða í miðumfarinum mánadagin og týsdagin.

Micah Wardum Ragnarsson var týðandi í dag: Hann hevði 11 bjargingar, og hetta var við at syrgfa fyri, at Eysturríki ikki veruliga fór frá Føroyum (Mynd: Dusan Sandic)

Micah Wardum Ragnarsson var týðandi í dag: Hann hevði 11 bjargingar, og hetta var við at syrgfa fyri, at Eysturríki ikki veruliga fór frá Føroyum (Mynd: Dusan Sandic)

2026-08-01 20:21 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Eysturríki skuldi vinna við sjey málum fyri at yvirhála Føroyar og spæla seg víðari saman við Spania.

Hesar fyritreytirnar kendu bæði liðini, tá farið var á vøllin í Beograd í kvøld. Men hóast Eysturríki var á odda nakað yvir helmingin av dystinum, kom føroyska plássið í ovara miðumfarinum ikki veruliga í vanda.

Tá munurin var størstur var hann trý mál. Men týðandi verjuatgerðir, bjargingar frá Micah Wardum Ragnarsson ella góð mál i í teimum trýstu støðunum hjá Føroyum syrgdu fyri, at tað ikki "gjørdist ov spennandi" fyri ungu føroysku menninir.

[object Object]
Micah Ragnarsson týðandi leiklut í janvleikinum (Mynd: Dusan Sandic)

'Álopsspælið var annars í løtum merkt av mistøkum og serliga brendum skotum - frá millum annað stóra profilinum Boasi Ellefsen á Skipagøtu. Sergej Novakovic, sum fyri 15 døgum síðani spældi væl í U20 EM-uppgerðini millum londini, hevði heili 16 bjargingar. Novakovic hevði tíðliga stórbjargingar, men vegna góðar bjargingar hjá Micha hinumegin og árøði í føroysku verjuni, fylgdust liðini so at siga allan 1. hállveik.

Hugin Halgirsson og Teitur Bogason gjørdu bart í miðverjuni. Síðstnevndi varð eisini javnsettur toppskjútti við fimm málum av strikuni, og stríðsinnsatsurin hjá Teituri tryggjaði honum heiðurin sum dagsins spælari.

[object Object]

[object Object]
Føroyska verjan hevði sum heild ein góðan dag. Teitur Bogason (nummar 80) gjørdi stóran mun í báðum endum av vøllinum (Myndir: Dusan Sandic)

Axel Holm Simonsen og Gabriel Skeel Árnason vóru eisini millum teir, ið tóku síni tøk. Liðformaðurin Gabriel trekti tveir álopsfeilir í løtuni í 2. hálvleiki, har Eysturríki veruliga hótti við at fara avstað.

Tað sluppu eysturríkar ikki, og góður føroyskur endi syrgdi fyri einum stigi. 26-26 og í fyrsta endaspælinum hjá hesum árgangunum hava teir vunnið seg víðari. Tað er flott, og nú nærkast málið um at enda í topp-15 og vinna seg til U19 HM næsta ár .

Dystirnir í miðumfarinum, har Føroyar einki stig hevur við, eru mánadagin og týsdagin (3. og 4. august). Teir eru ímóti Póllandi og krútsterku dønunum.

U18 EM-endaspæl, bólkur F
3. og seinasta umfar - í dag, leygardagin 1. august
Føroyar - Eysturríki 26-26 (12-13)

Toppskjúttar: Boas Ellefsen á Skipagøtu og Teitur Bogason, 5 mál
Sí hagtøl her

Dagsins spælari: Teitur Bogason

Dysturin sæst í fullari longd her

Endastøðan í bólkinum: 
1. Spania 6 stig 
2. Føroyar 3 stig
--------------------
3. Finnland 2 stig *
4. Eysturríki 1 stig *

Tvey lið ovastu liðini eru víðari til ovara miðumfari. Har eru Danmark og Pólland á skránni hjá Spania og Føroyum

Verður dagført



placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder