Síðsta umfar í bólkaspælinum hjá føroysku U18-monnunum er á skránni í Serbia í dag.
Spania og Finnlandi spældu fyrst, og eftir hendan dystin eru frytreytirnar hjá Føroyum púra greiður undan uppgerðini móti Eysturríki í kvøld.
Spania setti feita striku undir bólkasigurin við at vinna 41-17 á Finnlandi. Enn eitt dømi um stóru útsveiggjini í ungdómshondbólti, tí finnar hava í vikuni vunnið størrri á Eysturríki enn Spania gjørdi.
Tað er framvegis so mikið einfalt, at um Føroyar vinna dystin, so er man eisini víðari. Men tað at Finnland ikki fekk stig ger, at føroyingar eisini standa seg við øðrum úrslitum; millum annað javnleiki.
Í roynd og veru er tap við seks málum ella alt undir tað nóg mikið hjá Føroyum í kvøld.
Sí eisini: Ein Skipagøtu-special - gongur bara framvið teimum (video)
Hetta tí at tað fer at snúgva seg um innanhýsis málmun millum Føroyar, Finnland og Eysturríki, um so Eysturríki vinnur.
Í tí roknistykkinum eru úrslitini móti Spania ikki við, og tað at Føroyar vunnu við sjey málum á Finnlandi, kann geva stóran fyrimum, um tað ikki eydnast okkara at fáa stig í kvøld. Finnland er longu úti, og nú stendur tað millum føroyingar og eysturríkar
Innanhýsis málúrtøkan:
Føroyar +7
Finnland -2 (Úti) - um so Føroyar koma niðurundir -2, er Eysturríki komið uppum
Eysturríki -5
Um Eysturríki vinnur við seks málum á Føroyum, hava bæði liðini +1 í innanhýsis málúrttøku. Men har fara føroyingar at fyriminun, tí teir hava skorað nógv fleiri mál enn Eysturríki.
Spurningurin er, um tørvur verður á hesum roknistykki í stríðnum um plássi í ovara EM-miðumfarinum. Føroyar hava alt á egnum hondum, og til ber at hyggja ókeypis á Portalinum - við føroyskum viðmerkjarum. Frásøgn er eisini á FM1.
Sí eisini: U18 EM: Síggið avgerandi bólkadystin á Portalinum
U18 EM-endaspæl, bólkur F
Støðan:
1. Spania 6 stig *
2. Føroyar 2 stig
--------------------
3. Finnland 2 stig *
4. Eysturríki 0 stig
* Ein dyst fleiri
Tvey lið koma víðari til ovara miðumfari
3. og seinasta umfar - í morgin, Leygardagin 1. august
Spania - Finnland 41-17
18.30: Føroyar - Eysturríki
Til ber at síggja dystin ókeypis á Portalin, um ein er staddur í Føroyum ella við data og føroyskum haldi uttanlands. Til ber eisini at lurta eftir frásøgnini á FM1
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald