Síðani tapið fyri Spania hóskvøldið, hava føroysku U18-menninir fyrireika seg til leygarkvølds-lagnudyst í Serbia.
Føroyar koma víðari í bólkinum við:
- Einum sigri á Eysturríki
- Einum javnleiki (um Finnland ikki vinnur á Spania)
- Einum tapi við seks málum ella betri úrsliti móti Eysturríki (Um Finnland ikki vinnur á Spania)
Finnland og Spania spæla áðrenn, so um 15-tíðina stendur púra greitt, hvørjum Føroyar hava tørv á í dystinum móti Eysturríki í kvøld.
Higaril hevur Eysturríki tapt 23-25 fyri Spania og 20-25 fyri Finnlandi, meðan Føroyar hava tapt við fimm málum fyri Spania og vunnið við sjey á Finnlandi.
Nógv mál og undirhald eru komin í hesum dystnum, og nú er ógvuliga nógv uppá spæl.
Til bar at stroyma ókeypis, og við føroyskum frásøgufólki, á Portalinum. Frásøgn hoyrist eisini á FM1. Pætur Nolsøe og Ári Egason Dam vera í studio
U18 EM-endaspæl, bólkur F
Støðan:
1. Spania 4 stig
2. Føroyar 2 stig
--------------------
3. Finnland 2 stig *
4. Eysturríki 0 stig *
Tvey lið koma víðari til ovara miðumfari
3. og seinasta umfar - í morgin, Leygardagin 1. august
13.30: Spania - Finnland
18.30: Føroyar - Eysturríki
Til ber at síggja dystin ókeypis á Portalin, um ein er staddur í Føroyum ella við data og føroyskum haldi uttanlands. Til ber eisini at lurta eftir frásøgnini á FM1
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald