Hondbóltur

U18: Føroyar í hálvfinaluni í Sparkassen Cup

Við tryggum sigri á Saarlandi hava føroysku dreingirnir syrgt fyri, at Týskland er á skránni í morgin.

2019-12-28 20:01 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Føroyar skuldu hava minst ein javnleik fyri at tryggja sær víðari luttøku í kappingini, sum verður leikt í Saarlandi hetta vikuskifti. Tað er minsti landslutur í Týsklandi, men við beint undir einari millión íbúgvum ber til at manna eitt sterkt “landslið”. Tað var tó ikki nær námind sterkt nokk at basa føroyingunum á heimavølli í kvøld.

Tað leikaði annars javnt á fyrstu 20 minuttirnar. Elias á Skipagøtu og Pauli Mittún vórðu mansvardir frá byrjan, og tískil varð tað 4 móti 4, tá føroyingar vóru i álopsstøðu. Hatta gav nakað av plássi, og serliga vengirnir vóru tryggir: Hákun West av Teigun gjørdist eins og fyrr í dag móti Hollandi toppskjútti, og Kristoffur Bjørgvin skoraði fleiri mál hinumegin frá

Vertirnir høvdu ikki trupulleikar at skora í 1. hálvleiki, men tá Føroyar koyrdu málverjan út í nøkrum álopum og Viktor Gaini inn móti endanum av 1. hálvleiki varð ein munur skaptur. Hann øktist so líðandi í 2. hálvleiki, har Føroyar vóru nógv betri. HV Saar fór aftur at verja 6-0, og okkara skoraðu so at siga eftir vild. Í hinum endanum gekk eisini væl, og sigurin gjørdist sera tryggur, 34-25.

Føroyar spæla hálvfinalu klokkan 13 í morgin. Mótstøðuliðið er Týskland, ið vann hin bólkin sannførandi.

Føroyar - HV Saar 34-25 (15-12)

Hákun West av Teigum 7 (1)
Kristoffur Bjørgvin 4
Sveinur Olafsson 3
Elias Ellefsen á Skipagøtu 3
Pauli Mittún 3
Viktor Norling Gaini 3
Bjarni í Selvindi 3(2)
Rói Ellefsen á Skipagøtu 2
Baldur Gillason 2
Silas Vang 1

5 min: 4-4
10 min: 7-7
15 min: 9-9
20 min: 12-11
30 min: 20-15
35 min: 23-18
40 min: 28-19
45.min: 30-23

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder