Hondbóltur

U18-HM: Lutakastið er á skránni hósdagin

Skjótt verður greitt, hvørjum Føroyar skulu møta í endaspælinum, sum byrjar í Norðurmakedonia beint eftir ólavsøku.

2022-05-31 13:09 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í gjár boðaði Hondbóltssambandið frá, at føroyska U18-landsliðið hjá kvinnum sleppur við til HM-endaspælið, ið verður í Norðurmakedonia 30. juli – 10. august.

Hetta kemst av, at Russland er útihýst úr altjóða hondbólti í løtuni, orsakað av innrásini í Ukraina, og at korona hevur argað undankappingar uttanfyri Evropa. Føroyar vóru nær við at spæla seg til endaspælið við góðum avrikið í European Championships í juli í fjør og stóðu nú næst í røðini til at fáa eitt sonevnt "wild-card".

Hondbóltssamband Føroya skrivar á heimasíðu sínari í dag, at tað er hósdagin 2. juni kl. 14.00, at lutakastið til HM-endaspælið hjá U18-kvinnum verður.

Liðini eru styrkismett og hareftir býtt í 4 pottar, sum síðani verða drigin í 8 bólkar:

Pottur 1: Ungarn, Týskland, Iran, Danmark, Kroatia, Noreg, Rumenia, Montenegro
Pottur 2: Sveis, Portugal, Frakland, Svøríki, Norðurmakedonia, Kekkia, Kasakstan, Holland
Pottur 3: Egyptaland, Eysturríki, Brasil, Slovakia, Argentina, Guinea, Usbekistan, Algeria
Pottur 4: Suðurkorea, India, Senegal, Uruguay, Føroyar, Ísland, Slovenia, Spania

Fyrst verður pottur 4, ið Føroyar eru í, drigin, síðani pottur 3, síðani pottur 1. Hareftir kunnu vertirnir úr Norðurmakedonia velja bólk, hareftir pottur 2 verður drigin.

Greitt er, at Føroyar fáa ein ógvuliga truplan bólk.

Lutakastið kann stroymast á heimasíðuni hjá IHF og teirra talgildu pallum, skrivar hsf.fo.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder