Í dag byrjar U18 EM-endaspælið hjá monnum, sum verður leikt í Podgoricia í Montenegro.
Føroyar eru í bólki saman við Íslandi, Montenegro og Italia. Føroyar hava møtt Íslandi 4 ferðir í hesum árganginum. Ísland hevur vunnið allar fýra dystirnar, men málmunurin hevur ikki verið stórur.
Fyrsti dysturin er móti netupp Íslandi í kvøld klokkan 18:30.
Vinnarin úr hvørjum bólki kemur at spæla um plássini 1-8 saman við tveimum teimum bestu tvey´arunum, annar úr einum av bólkunum A, B og C, og hin úr einum av bólkunum D, E og F. Hesi liðini spæla um medaljur og eru tryggjaði HM-pláss í 2025.
Fýra teir verru tvey´ararnir koma víðari at spæla um plássini 9-16 saman við 4 teimum bestu trý´arunum. Hesi londini spæla eftirverandi HM-pláss, sum eru 7, møguliga 8, um Slovenia er í topp 15 í kappingini.
Tveir teir ringastu trý´ararnir og teir 6 fýrarar´nir koma at spæla um plássini 17-24. Hesi spæla um møguliga niðurflyting, trý lið rykkja niður.
Innleiðandi dystarskrain hjá Føroyum sær soleiðis út:
Mikudagin 7. aug. kl. 18.30 Ísland – Føroyar
Hósdagin 8. aug. kl. 16.00 Føroyar – Montenegro
Leygardagin 10. aug. kl. 11.00 Føroyar – Italia
Dystirnir kunnu stroymast á live.hsf.fo. Ein dystur kostar 39 krónur, um tú ikki hevur mánaðar- ella árhald.
Føroyski hópurin telur hesar leikararnar:
Málverjar:
Ingi Johannesen, H71
Bjarni Gunnarsson Jacobsen, VÍF
Vinstri vongur:
Jákup Egholm, H71
Høgri vengur:
Magnus Árason, GOG Svendborg
William Napoleon Djurhuus, H71
Strikur:
Helgi Jakob Haldorsson, H71
Erling Erlendsson, Kyndil
Jón Eyðunsson Midjord, H71
Bakspælarar:
Filip Haldansen, VÍF
Pauli Rasmussen, StÍF
Lýðar í Dímun, Neistin
Rúnar Hammer, Bjerringbro-Silkeborg
Haraldur Karlsson, H71
Fríði Holm í Innistovu, VÍF
Jógvan Andreas Lamhauge, H71
Magnus Rubek Carlsen, H71
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald