Hondbóltur

U18: Koppaðu Hollandi við góðum hondbólti

Ungu føroysku menninir bygdu tíðliga eina leiðslu upp og hildu hana so at siga allan vegin trygt.

Føroyski hópurin í Týsklandi (Mynd: Hondbóltssamband Føroya)

Føroyski hópurin í Týsklandi (Mynd: Hondbóltssamband Føroya)

2019-12-28 14:19 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Dystur nummar tvey hjá Føroyum í bólkaspælinum í Sparekassen Cup var ímóti Hollandi, sum í gjár vann 27-17 á HV Saar – kappingin verður leikt í týska landslutinum Saarslandi. Føroyingar gjørdust ov stuttir móti sterku hvíturussunum í gjár, men í dag vóru væl færri mistøk á føroyska liðnum, ið til tíðir spældi heilt sannførandi.

Fyrstu 10 minuttirnar megnaðu hollendingar á ongan hátt at tálma Eliasi á Skipagøtu. Føroyski spælskiparin skoraði fimm mál og legði upp til hini trý, ið føroyingar skoraðu fyrstu løtuni, har álopsspælið koyrdi skjótt og væl. Hákun West av Teigum hevði trupulleikar at skora frá høgra vongi í gjár, men í dag skoraði Skanderborg-leikarin heili sjey ferðir har úti frá og var eisini tryggur tvær ferðir úr sjey metrum.

[object Object]
Hákun West av Teigum (nr.66) og Viktor Gaini (nr.83) til European Open í summar. Sera kringi høgri vongurin skoraði heili níggju mál í dag, og krútsterka strikan var ein lykil í báðum endum av vøllinum (Mynd: Harald Bjørgvin)

Hollendska verjan fekk betri tamarhald á føroyska álopsspælinum, sum hálvleikurin leið, og tað gekk eina ferð seks minuttir ímillum, at Føroyar fingu mál. Holland vardi við álopskendum eitt’ara so at siga allan dystin, meira ágangandi eftir steðgin, men møtti ikki føroyingum við eins nógvum fysikki sum Hvítarussland gjørdi. Tað mesta av dystinum fann Elias framúr væl viðleikararnar, serliga strikuleikaran Viktor Gaini ið var tryggur í skotunum og sera vælleikandi í miðverjuni eisini. Málskjótingin hjá Eliasi steðgaði so at siga eftir tíggju minuttir, men hansara íkast í sigrinum var ovurhonds stórt. Hann tók nógv uppmerksemi frá hollendsku verjuni, og týsku frásøgumenninir høvdu nógv rósandi orð til hann og føroyska liðið.

[object Object]
Elias á Skipagøtu - her til U18 kapping í fjør (Mynd: HSF)

Tað var høgri bakkurin hjá Hollandi, ið skeyt tey flestu av málinum hjá teimum svørtkløddu. Hann fekk javnvág í, 14-14, heilt stutt inn í 2. hálvleik, men skjótt fóru føroyingar frá aftur. Baldur Gillason kom inn og fekk nøkur góð mál frá vinstra vongi, og munurin lá um fýra mál so at siga restina av dystinum. Føroyska verjan megnaði ikki so væl at steðga láma høgra bakkinum hjá Hollandi, men annars var verjan góð í dag. Nakrir góðir blokkar vóru at síggja, mótstøðuliðið bleiv kroyst at skjóta í nøkrum støðum, og Brandur Silvurstein fekk fatur á nógvum bóltum í málinum.

Føroyski sigurin kom ongantíð av álvara í vanda, og í kvøld skal enn ein sigur í hús móti Saar, um føroysku dreingirnir skulu hava møguleika at vinna bólkin. Eitt sigur gevur allarhelst víðari luttøku til hálvfinaluna. Tann dysturin byrjar klokkan 18.20.  

Føroyar – Holland 26-20 (14-12)


Føroyska liðið:

Brandur Silvurstein – Hákun West av Teigum *, Sveinur Olafsson, Elias Ellefsen á Skipagøtu, Viktor Norling Gaini, Pauli Mittún, Kristoffur Bjørgvin *

-Rói Ellefsen á Skipagøtu var inni í nøkrum álopum í 1. hálvleiki - Bjarni í Selvindi í 2. hálvleiki. Ovi Lutzen var eisini inni í verjuni eina løtu í 2. hálvleiki

*Bogi Hansen og Baldur Gillason vóru á hvør sínum vongi frá byrjan av í 2. hálvleik


Málskjúttar:
Hákun West av Teigum 9 (2)
Elias Ellefsen á Skipagøtu 6
Viktor Norling Gaini 5
Baldur Gillason 4
Bogi Hansen 1
Sveinur Olafsson 1

Bjargingar: 
Brandur Silvurstein 12

Dystargongdin: 

5 min: 2-3
10 min: 8-4
15 min: 10-6
20 min: 10-9
30 min: 16-14
35 min: 20-16
40 min: 21-18
45 min: 24-20

*Spæla 2x 25 minuttir

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder