U18-landsliðið hjá Føroyum skal komandi dagarnar luttaka í stórari altjóða kapping í Týsklandi. Sjey onnur lond luttaka, og talan er um stórar hondbóltstjóðir.
Føroyska dystarskráin sær fyribils soleiðis út:
Fríggjadagin 27. des kl. 17.20 Føroyar – Hvítarussland
Leygardagin 28. des kl. 13.00 Føroyar – Holland
Leygardagin 28. des kl. 18.20 Føroyar – HV Saar (Saarland - landslutir í Týsklandi har kappingin verður leikt)
11 mál. So stórur var munurin á U17-landsliðunum hjá Føroyum og Hvítarusslandi í summar. Og tað vóru føroyingar, ið vunnu 32-21 í hálvfinalubólkinum í European Open, sum føroyska liðið dagin eftir vann.
Elias á Skipagøtu - her í European Open í summar har hoyvíkingurin gjørdist toppskjútti og varð kosin mest virðismikli leikarin (Mynd: Harald Bjørgvin)
Tað er ikki heilt greitt, hvussu stórur munur er á hópinum hjá Hvítarusslandi nú og tá, men fleiri leikarar ganga helst aftur. Soleiðis er íhvussu er hjá Føroyum: 13 útav 16 leikarum eru teir somu. Av útileikarum eru Bjarni Selvindi, ið hevur gjørt um seg fyri StÍF í ár, og Silas Vang úr H71 nýggir. Pauli Jacobsen varð kosin til best málverja í European Open í summar, og hoyvíkingurin gjørdi vart við seg við stórbjarging omaná stórbjarging. Skanderborg-málverjin er tó tíverri vorðin skaddur og er tí ikki tøkur til Sparekassen Cup. Teitur Mouritsen úr H71 er úttikin, men tað er Brandur Silvurstein, ið hevði fleiri góðar løtur í Göteborg í summar, ið tekur yvir sum fyrsti málverji. Vinstri vongurin Janus Dam Djurhuus, ið var fyrstaval til European Open, er eisini skaddur.
Pauli Jacobsen hevði eina frálíka kapping í Svøríki í summar (Mynd: Harald Bjørgvin)
Spenanndi verður at fylgja føroyska liðnum, har serliga Elias Ellefsen á Skipagøtu og Pauli Mittún vera umráðandi, hesar dagarnar. Til ber m.a at síggja dystin í kvøld her
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald