2023-07-20 13:32

Í dag er tað vorðið greitt, at ungu føroysku mennirnir, føddir í 2006 og 2007, skulu spæla í EM-endaspælinum í Montenegro í august í 2024.
Hesum boðar Hondbóltssamband Føroya frá. Plássið er tryggjað orsakað av góðu úrslitunum hjá eldru árgangnum
Greitt verður frá, at EHF hevur frá komandi árið víðka ungdóms-EM frá 16 til 24 lið, og tískil er undankappingarleisturin eisini broyttur fyri U18-kappingina. Ovastu átta styrkismettu londini frá trimum teimum seinastu U18 EM-endaspølunum eru beinleiðis við. Restin vinna seg í kappingina, gjøgnum styrkismetingina hjá EHF ella í undankapping í januar
Átta ovastu styrkismettu londini frá trimum teimum seinasta U18 EM-endaspølunum eru beinleiðis við. Tey eru Spania, Svøríki, Týskland, Kroatia, Danmark, Ísland, Ungarn, Slovenia.
- Hartil koma londini styrkismett 9-13 beinleiðis við í kappingina hesaferð. Hetta talið kann variera frá kapping til kapping. Hesi eru hesaferð Portugal, Noreg, Frakland, Serbia og Føroyar.
Harvið kemur tað nú ógvuliga væl við, at árgangirnir frammaundan hava verið til endaspæl og hava staðið seg væl. Í fjør endaðu teir, sum skjótt skulu til U19-HM, á 9. plássið í EM-endaspælinum.
Montenegro kemur við sum land nummar 14, tí teir hýsa kappingini. Montenegro er annars styrkismett sum nr. 20. Seinastu 10 plássini í endaspælinum verða avgjørd við undankapping í januar, har 20 lond luttaka.
Hesir árgangirnir hjá Føroyum gjørdist nummar 10 í ársins European Open.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald