Hondbóltur

U18 og U20: Fingu góð EM-lutakast

U18-dreingirnir, sum fyri fyrstu ferð skulu til endaspæl, møta Spania, Eysturríki og Finnland. U20-hondbóltsmenninir spæla móti Serbia, Sveis og Turkaland.

Jákup Egholm og hinir á U20-landsliðnum skulu spæla EM-endaspæl í summar- her sæst vongurin til U19 HM í fjør (Mynd: IHF/Kolektiff)

Jákup Egholm og hinir á U20-landsliðnum skulu spæla EM-endaspæl í summar- her sæst vongurin til U19 HM í fjør (Mynd: IHF/Kolektiff)

2026-02-24 14:06 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í summar skulu føroysku U18 og U20-manslandsliðini, eins og í 2024 og 2022, spæla EM-endaspøl.

Teir, sum nú eru U20, vóru til U18-EM fyri tveimum árum síðani. Teir í U18-árgangunum nú hava ikki spælt endaspæl áður.

U18-liðið skal til Serbia, og U20-liðið fer til Rumenia. 

Nú er greitt, hvørjum tey møta:

U18 - bólkur F:
Spania
Føroyar
Eysturriki 
Finnland

U20 - bólkur B:
Serbia
Sveis
Føroyar
Turkaland

Hesi kunnu metast sum góð lutakast - serliga hjá yngru árgangunum, sum vóru styrkismettir næstovast 

Sí allar bólkarnar niðanfyri - meira seinni

[object Object]

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder