2024-02-29 08:55
Pætur Smith Clementsen, venjari hjá U19-landsliðnum við gentum, hevur kunngjørt hópin til EM-undankappingina, sum verður í Turkalandi fyrst í apríl mánað.
Tveir dystir eru á skránni. Fyrri dysturin verður mikudagin 3. apríl ímóti Turkalandi, og leygardagin 6. apríl spæla Føroyar og Armenia.
Báðir dystirnir verða spældir á Arslan Zeki Demirci Spor Kompleksi í Antalya, skrivar FSF.
17 gentur eru úttiknar til EM-undankappingina. Tær eru:
- Súsanna Laksafoss Godtfred, B36
- Teresa Jacobsen, HB
- Astrid Mittfoss, HB
- Fríða Magnussardóttir Jakobsen, HB
- Gunnvá Lützen, HB
- Lea Tórarenni Johannesen, HB
- Sólja Ernstdóttir, KÍ
- Jórun Najma Patawary, KÍ
- Jancy Mohr, KÍ
- Vár Johannesen, KÍ
- Elspa Maria Zachariassen, KÍ
- Jonnhild á Sondum, NSÍ
- Natalia Dansdóttir Olsen, NSÍ
- Rakul Sørensen, Víkingur
- Anna Katrina Mikkelsen, Víkingur
- Anna Carolina Brændstrup, HB Køge (Danmark)
- Petra Hoydal, AaB (Danmark)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald