
Leygardagin vunnu íslendsku U19-kvinnurnar á Føroyum við einum máli, 26-25, og í seinna dystinum millum liðini sunnudagin, gjørdist tað aftur tætt.
Eins og leygardagin, endaði tað við sigri til Ísland, sum vann 23-21 eftir at Føroyar vóru á odda 10-8 í hálvleikinum.
Talan var um ferðmiklan dyst, har Føroyar vóru betra liðið í fyrra hálvleiki. Føroysku kvinnurnar vóru eisini omaná um miðjan seinna hálvleik, 16-14. Tær gjørdu tó fleiri tekniskar villur næstu løtuna, har Ísland fekk nøkur løtt skjótálop og mál. Føroyar megnaðu ikki at fanga Ísland aftur seinastu 10 minuttirnar og taptu sostatt við tveimum málum, 23-21.
Málskjúttar hjá Føroyum
Silja Geirsdóttir Eystberg 6 (2)
Sára Berg á Lag 5
Fjóla Skaalum Vilhelm 2
Marjun Kristina Jansdóttir 2
Joan Rúnadóttir Johannesen 1
Ró Reginsdóttir 1
Rakul Borgarlíð Joensen 1
Elida Joensen 1
Agatha Kjærbæk Djurhuus 1
Marta Agnarsdóttir Højgaard
Dystirnir móri Íslandi vóru fyrireiking til EM-endaspælið í juli í Montenegro, har Føroyar eru í bólki saman við Týsklandi, Rumenia og Spania, skrivar Hodbóltssambandið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald