Fótbóltur

U19: Byrjaðu við stórsigri á Bulgaria

Føroyar fingu heili 46 mál og vunnu við 22. Seks spælarar skoraðu seks mál hvør. Føroyska liðið spælir aftur í morgin klokkan 13.15 móti Turkalandi.

Tað endaði 46-24 til Føroyar í fyrsta dystinum í Litava (Mynd: Hondbóltssamband Føroya)

Tað endaði 46-24 til Føroyar í fyrsta dystinum í Litava (Mynd: Hondbóltssamband Føroya)

2023-07-10 18:19 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Føroyska U19-landsliðið hjá kvinnum spældi seinnapartin sín fyrsta dyst í bólkaspælinum í EHF Championship kappingingini í Litava. Tær fingu eina heilt góða byrjan móti Bulgaria.

Tað var væntað, at Føroyar fóru at vinna hendan dystin, og munurin gjørdist sera stórur. Føroyska liðið uppbygdi sær skjótt stóra leiðslu, og í hálvleikinum var 22-8. Tá samanum kom, var munurin 22 mál.

Føroyar skoraðu 46 mál, og fýra spælar fingu seks mál hvør: Silja Olivia Heðinsdóttir, Bjørk Franksdóttir Joensen og Maria Pálsdóttir Nólsoy úr Neistanum, umframt Lukka Arge úr H71. Lukka gjørdist eisini dagsins spælari. Aðrar bjóðaðu seg eisini væl frá: Til dømis skoraði Lea Mohr 5 mál av vonginum. [object Object]
Dómaraseðilin frá dystinum (Mynd:HSF/EHF)

Føroyar spæla aftur í morgin klokkan 13.15. Tað verður móti Turkalandi, ið tapti 41-21 fyri Spania í dag.

Tvey lið koma víðari úr bólkaspælinum. Síðani snýr tað seg um at enda millum tey ovastu liðini í kappingini fyri at vinna sær heiðursmerkjapláss men eisini fyri at tryggja sær pláss í HM-endaspælinum næsta ár.

EHF European Championship, U19 kvinnur
Í dag, mánadagin 10. juli
Føroyar - Bulgaria 46-24 (22-8)

Í morgin, týsdagin 11. juli
Kl. 13.15 Turkaland – Føroyar


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder