Fótbóltur

U19-dreingirnir hjá HB taptu 2-1 móti FC Progrès

Á fyrsta sinni royndi eitt føroyskt ungdómslið seg í UEFA Youth League, tá meistararnir í Luksemborg vóru á vitjan.

(Mynd: Tv.fo)

(Mynd: Tv.fo)

2024-09-18 22:19 Author image
Sverri Egholm
placeholder

U19 dreingirnir hjá HB royndu seg í kvøld í UEFA Youth League, og tað endaði við einum teprum tapi móti FC Progrés Niederkorn.

Hetta var fyrri dysturin móti meistarunum úr Luksemborg.

Innskifti Finnur Arnfinnsson skoraði málið fyri HB, tá hann í 47. minutti javnleiki til 1-1.

Gestirnir løgdu seg aftur á odda sjey minuttir fyri leiklok, og fleiri mál komu ikki í dystinum.

Liðini hittast aftur í Luksemborg 2. oktober.

HB - FC Progrés Niederkorn 1-2 (0-1)
32' Gilgemann 0-1
47' Finnur Arnfinnsson 1-1
83' Nigro 1-2

Mál og hæddarpunkt síggjast á tv.fo her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder