Hondbóltur

U19 EM: Føroyar leggja fyri móti Rumenia seint fyrrapartin

Ungu kvinnurnar spæla klokkan 11. Fyrsti bólkaspælsdysturin kann stroymast á ehftv.com fyri eitt gjald.

Mánamorgunin fór ferðaliðið við føroysku U19-kvinnunum á flog úr Føroyum. EM-dystirnir verða spældir  í høvuðsstaðnum í Montenegro, Podgorica (Mynd: Hondbóltssamband Føroya)

Mánamorgunin fór ferðaliðið við føroysku U19-kvinnunum á flog úr Føroyum. EM-dystirnir verða spældir í høvuðsstaðnum í Montenegro, Podgorica (Mynd: Hondbóltssamband Føroya)

2025-07-09 07:18 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Mánamorgunin fór ferðaliðið við føroysku U19-kvinnunum á flog úr Føroyum. Seinni kom hópurin uppá pláss í høvuðsstaðnum í Montenegro, Podgorica.

Har skal liðið næstu fýra dagarnar spæla tríggjar bólkaspælsdystir.

Talan er um ein torføran bólk - Føroyar endaðu sum lægst styrkismettar í bólki við Rumenia, Spania og Týskland, sum øll eru stórar hondbóltstjóðir.

Lagt verður fyri móti Rumania í dag, mikudagin 9. juni klokkan 11 føroyska tíð.

Dysturin kann stroymast her: Á EHFTV. Tað er kostar nakrar evrir, men man skal gera sær ein brúkara fyri at hyggja.

Føroyski EM-hópurin:

Málverjar:
Anita Dahl, H71
Gylta á Neystabø, Kyndil

Útileikarar:
Sára Berg á Lag, H71
Silja Geirsdóttir Eystberg, EB
Fjóla Skaalum Vilhelm, H71
Elida Joensen, H71
Katrin Hansen, Kyndil
Ró Reginsdóttir, Neistin
Rakul Borgarlíð Joensen, VÍF
Marta Højgaard, H71
Karin Fossabrúgv, H71
Joan Johannesen, Kyndil
Mira Bendix Laursen, Kyndil
Marjun Jansdóttir, Kyndil
Agatha Djurhuus, VB
Rakul Christiansen, H71

Dystarskráin:

Í dag, mikudagin 9. juli
Kl.11.00 Rumenia – Føroyar

Stroyming: ehftv.com - 
Dysturin sjálvur fyri tvær og eina hálva evru. Eisini møguligt at keypa alla kappingina fyri 4,49 evrir.

Hósdagin 10. juli

Kl. 11.00 Spania –Føroyar

Leygardagin 12. juli
Kl. 13.30
Føroyar
Týskland

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder