Fótbóltur

U19: Endaðu á 8. plássi í HM-endaspælinum

Noreg var á odda allan vegin í dystinum um 7. plássið, ið Føroyar taptu við trimum málum. Eftir nógvar tættar dystir, stórar - og tungar - løtur gongur leiðin nú úr Kroatia.

Óli Mittún gjørdist aftur toppskjútti í dag í dystinumum 7. - 8. plássið, og var hann toppskjútti í allari HM-kappingini (Mynd: Egin Tollaksson Kass)

Óli Mittún gjørdist aftur toppskjútti í dag í dystinumum 7. - 8. plássið, og var hann toppskjútti í allari HM-kappingini (Mynd: Egin Tollaksson Kass)

2023-08-13 14:24 Author image
Agnar Prestá
placeholder

HSF: Føroysku U19-menninir vóru ov stuttir móti Noreg í dystinum um 7. plássið í HM-endaspælinum, sum var fyri løtu síðani Noreg vann dystin við trimum málum, 38-35, eftir at Noreg eisini hevði verið á odda við trimum í steðginum.

Føroyar spældu uttan Rók Ziskason í dag, tí hann beklaði fótin í dystinum fríggjadagin. Rókur hevur vart væl í miðverjuni hesa kappingina og var tað saknur í honum í dag. Føroyska miðverjan hevði ilt við at traðka fram á norsku skjúttarnar, og var tað fyrst og fremst við langskotum, at norðmenn vóru omaná fyrstu løtuna. Føroyar fóru yvir til av verja 5-1, men stríddust okkara enn við verjuni. Hetta var eyðsýnt við, at Noreg fekk heili 22 mál í fyrra hálvleiki.

[object Object]
Ein vónbrotin Rókur Ziskason eftir dramatiska tapið fyri Egyptalandi í fjórðingsfinaluni. Hann var skaddur í dag, og verjuparturin haltaði (Mynd: Egin Tollaksson Kass)

[object Object]
Leivur Joensen, ið vardi málið meginpartin av dystinum, hevði tó nógvar  bjargingar (Mynd Egin Tollaksson Kass)

Føroyska álopið koyrdi eisini væl og var Óli Mittún ráðandi við 8 málum áðrenn steðgin. Tað var 22-19 til Noreg í steðginum.

Føroyar byrjaðu seinna hálvleiki væl, og 7 móti 6 spælið eydnaðist. Tá seinni hálvleikur var hálvrunnin var bert eitt mál á muni, men byrjaðu okkara at vísa tekin um møði. Heldur nógvar villur og brendir málmøguleikar vóru næstu løtuna, og komu norðmenn nøkur mál fram um aftur seinastu 10 minuttirnar.

Okkara royndu at hála innaftur, men var tað ov seint. Norðmenn vunnu dystin 38-35.

HM-endaspælið er nú av og endaðu Føroyar við ósigrinum í dag á einum 8. plássi av 32 liðum. Hetta er at rokna sum eitt sera gott úrslit fyri Føroyar, sum við eitt sindur av hepni kundi verið enn betri, tá hugsað verður um tepru tapini fyri Egyptalandi og Portugal. Næsta summar er EM-kapping á skránni hjá hesum árganginum. Talan um U20 EM-endaspælið í Slovenia.

Noreg – Føroyar 38-35 (22-19)

Dystargongdin:
5 min. 4-2
10 min. 8-6
15 min. 11-8
20 min. 15-13
25 min. 18-16
30 min. 22-19
35 min. 25-22
40 min. 29-27
45 min. 32-31
50 min. 35-32
55 min. 37-33
60. min. 38-35

Málskjúttar hjá Føroyum:
Óli Mittún 11(3)
Ísak Vedelsbøl 9
Niklas Gaard 5
Tóki Fríðriksson 3
Jákup Egholm 2
Trúgvi Hávardsson 2
Tróndur Johnsson 1
Búi Poulsen 1
Sofus í Selvindi Nattestad 1

Bjargingar:
Leivur Joensen 35%
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder