Fótbóltur

U19: Føroyar komu á odda men taptu

Lea Lisberg skoraði føroyska málið tíðliga, men Lettland vendi dystinum.

Tær ellivu ið byrjaðu fyri Føroyar í dag (Mynd: FSF)

Tær ellivu ið byrjaðu fyri Føroyar í dag (Mynd: FSF)

2019-05-09 14:11 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Føroyska U19-landsliðið hjá gentum er í hesum døgum í Riga í Lettlandi, har tveir venjingardystir skulu leikast. Tann fyrsti er fyri løtu síðani av, og hann endaði við 2-1 sigri til heimaliðið. 

Tað vóru annars Føroyar, ið komu á odda. Longu í 12. minuttir sló Lea Lisberg til. Lea hevur gjørt um seg í EBS/Skála, har hon hevur verið við til at vunnið greipuna tvær ferðir. Hon gongur nú á ítrottareftirskúla í Oure. 

Beint eftir at hálvi tími var leiktur, javnaði Lettland. Heimaliðið avgjørdi dystin tíðliga í 2. hálvleiki.

Seinni venjingardysturin í Riga verður sunnudagin klokkan 10.00 føroyska tíð.

Føroyska byrjunaruppstillingin í dag:
Eyðgerð Rúnadóttir Mikkelsen - Armgarð undir Leitinum, Jacoba Kærnø Neshamar, Birita Ryan, Sanna Svarvadal (L), Jensa Kannuberg Tórolvsdóttir, Silja Augustinussn, Maria Djurhuus, Mona Rasmusdóttir, Lea Lisberg, Hanna Lamhauge Jacobsen

Á bonkinum: Óluva Allansdóttir Joensen, Julia Helena Dal Henriksen, Rebekka Jóhannusardóttir Olsen, Emma Hansdóttir, Marjun Óladóttir Danielsen, Vár Miðberg, Maria á Lakjui

Venjari: Pætur Smith Clementsen

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder