Annað

U19: Føroyar og Danmark spæla finalu á Hálsi klokkan 15

Lagt er upp til spennandi uppgerð - føroysku flogbóltsmenninir spæla móti Íslandi um bronsuna í NEVZA-kappingini klokkan 13. Televarpið vísir eisini dystirnar.

Føroyar taptu 3-1 fyri Danmark í bólkaspælinum, men tá var finaluplássið longu tryggjað (Mynd: Flogbóltssamband Føroya)

Føroyar taptu 3-1 fyri Danmark í bólkaspælinum, men tá var finaluplássið longu tryggjað (Mynd: Flogbóltssamband Føroya)

2025-10-26 10:11 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Hetta vikuskiftið er í NEVZA-kapping á Hálsi í høvuðsstaðnum. Gestir eru úr Danmark, Íslandi og Onglandi á bæði kvinnu- og manssíðuni.

U19-menninir hjá Føroyum megnaðu ikki at spæla seg í finaluni, men skulu spæla um bronsuna móti Íslandi. Hetta verður klokkan 13 - Føroyar taptu 3-0 fyri Íslandi í fyrsta dystinum í bólkaspælinum.

[object Object]
Føroysku menninir fara eftir bronsuheiðursmerki í dag (Mynd: Flogbóltssamband Føroya)

Klokkan 15 verður finalan hjá kvinnum. Har bresta Føroyar og Danmark saman. 

Føroysku kvinnurnar taptu 3-1 fyri Danmark í bólkaspælinum ( (19-25, 29-27, 22-25, 17-25), men vunnu á Onglandi og á Íslandi. 

Harvið verðu dysturin um gullið seinni í dag. Danmark stendur kanska sum lítil favorittur, men lagt er upp til spennandi endadyst hjá kvinnum í Høllini á Hálsi.

[object Object]
Mynd: Flogbóltssamband Føroya

Televarpið vísir eisini dystirnar. Tað er á Rás1.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder