Sunnudagin vann føroyska U19-liðið 3-1 á litavisku vertunum í 1. umfari, og í dag settu Føroyar eina feita striku undir, at man er sterkari enn Moldova í aldursbólkinum.
Tað endaði 5-0 til Føroyar í Kaunas-útryðuni. Sara Benjaminsen legði Føroyar á odda við brotssparki eftir eitt korter - men tað var í 2. hálvleiki, at ungu føroysku kvinnurnar av álvara gjørdu bart.
Fyrst Kára Sigurðsson og síðani Birita Mohr, og við málunum frá fyrrverandi KÍ-liðfeløgunum var støðan 3-0 tíggju minuttir inn í 2. hálvleik.
Sara Benjaminsen, sum skeyt tvey mál sunnudagin, var ikki liðug enn. Føroyar sat á dystinum, og hon skoraði tvær ferðir seinasta korterið, so tað endaði 5-0. Í báðum førum var talan um beinleiðis fríspark.
![]()
Kára Sigurðsson og Sara Benjaminsen spæla til dagliga í FC Nordsjællandi og hava ikki óvæntað gjørt vart við sdeg hesa
Føroyar- Moldova 5-0 (1-0)
Hesar byrjaðu fyri Føroyar:
1 Rannvá við Streym (M)
2 Sofía Ejdesgaard Hansen
3 Ró Gray Djurhuus
5 Helga Mikkelsen
7 Kára Sigurðsson
8 Sara Benjaminsen
9 Silja Ragnarsdóttir Trier
10 Brá Zakariasardóttir
11 Eydna Olsen Dalheim (L)
15 Birita Mohr
17 Lý Gray Djurhuus
Mirjam Skoralíð, Margreta í Buð, Karla Sjóstein, Emma Charlotta Knudsen og Reima Isaksen komu eisini á vøllin fyri Føroyar
Liðið, sum Sigtór Petersen er høvuðsvenjari hjá, hevur harvið fult stigatal og málúrttøku 8-1 eftir tvey umfør.
Seinasti dysturin verður móti Kosovo leygardagin klokkan 10.00 føroyska tíð - Kosovo vann 6-0 á Moldova í 1. umfari. Vinnarin av dystinum vinnur bólkin og fer víðari til A-undankappingina, sum Føroyar eisini vóru til í fjør.
Her er talan um B2 í "Deild B" í U19 EM-undankappingini
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald