Hondbóltur

U19: Greitt tap í fyrstu royndini

Føroyska liðið vísti tó góðar taktir - serliga í 1. hálvleiki - í EM-dystinum ímóti Kekkia.

Føroyski hópurin undan fráferð - Mynd: Hondbóltssamband Føroya

Føroyski hópurin undan fráferð - Mynd: Hondbóltssamband Føroya

2019-07-15 12:39 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Føroysku U19-kvinnurnar spældu fyri løtu síðani fyrsta dystin í EM-kapping í Klaipeda í Litava. Hann var ímóti Kekkia, ið vann 33-25. Úrslitið er tó ikki heilt myndin uppá dystin, tí føroyska liðið var væl við størsta partin av dystinum.

Eftir eina heldur trilvandi byrjan kom føroyska liðið skjótt fyri seg og var  
væl við allan vegin í 1. hálvleiki. Munurin var fyri tað mesta tvey og eitt mál. Í stóran mun var talan um gott álopsspæl hjá Føroyum. Tað var ikki langt ímillum rímuliga opnu møguleikarnar, og Føroyar vunnu eina rúgvu av brotskøstum.

Tað fyrsta av teimum setti Súna Krossteig Hansen í málið. Bakspælarin úr Kyndli skoraði eisini tey fyrstu fýra málini hjá Føroyum og var ógvuliga eyðsýnd við sínari gjøgnumbrotsmegi og góðu avslutningum. Hon varð eftir dystin vald til besta føroyska leikaran í dystinum av EHF. Restina av brotskøstunum skoraði Maria Halsdóttir Weyhe ógvuliga trygt uppá. Spælskiparin skoraði heili sjey brotskøst og gjørdist føroyskur toppskjútti. 

Ígjøgnum dystin vóru trupulleikar í verjupartinum við at steðga Kekkia, og so líðandi komu fleiri og fleiri tekniskar villur í álopspartinum. Hetta gjørdi, at Føroyar ikki fingu komið uppá javnt áðrenn hálvleik, hóast fleiri møguleikar vóru til tað. Føroyska liðið kom ikki væl út til 2. hálvleik, og Kekkia fekk økt um leiðsluna. Munurin lá síðani eina løtu á áleið trimum málum, men m.a fleiri brendir føroyskir møguleikar vóru við at gera munin væl størri.

Hóast nógvar góðar føroyskar taktir í 1. hálvleiki, so gjørdist tíverri talan um greitt tap í fyrsta dystinum í Litava. Føroyar spæla aftur í morgin klokkan 13.00 ímóti Turkalandi.

U19 EM-kapping
Litava
Føroyar - Kekkia 25-33 (14-15)

Føroysku málskjúttarnir: 
Maria Halsdóttir Weyhe 9 (7)
Súna Krossteig Hansen 8 (1)
Marita Mortensen 2
Karin Skylv Midjord 2
Lív Sveinbjørnsdóttir Poulsen 2
Eva Barba Arge 1
Hjørdis Viðstein 1

Dystargongdin: 
5.min: 2-4
10.min: 4-6
15.min: 7-9
20.min: 10-11
25.min: 11-13
35.min: 15-16
40.min: 21-18
45.min: 23-20
50.min: 26-21
55.min: 30-22 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder