Fótbóltur

U19: Hópurin til Baltic Cup úttikin

Sigtór Petersen hevur úttikið 18 spælarar úr sjey ymiskum feløgum til kappingina í næsta mánaða. Kappingin í Estlandi er fyrireiking til A-undankappingina í vetur.

U19-kvinnulandsiðið fyrr í ár (Mynd: fsf.fo)

U19-kvinnulandsiðið fyrr í ár (Mynd: fsf.fo)

2024-08-27 10:45 Author image
Agnar Prestá
placeholder

FSF: Tríggir dystir eru á skránni, tá U19-landsliðið við gentum í døgunum 9. til 17. september fer til Estlands, har Baltic Cup er á skránni.

Tann 11. september spæla Føroyar og Litava á Voru Sport stadion í Voru, og verða næstu dystirnir á Tehvandi stadion í Ortepaa.

Tann 13. september møta føroysku genturnar Estlandi, og mánadagin 16. september er mótstøðuliðið Lettland.

Sigtór Petersen er venjari hjá U19-gentunum, og hann hevur nú sett navn á tær 18, ið eru boðsendar til Baltic Cup 2024.

Hópurin
Brá Zakariasardóttir, Fortuna Hjørring (Danmark)
Súsanna Laksáfoss Godtfred, B36
Astrid Poula Mittfoss, HB
Fríða Magnusardóttir Jakobsen, HB
Lisa Haraldsen, HB
Teresa Jacobsen, HB
Eydna Olsen Dalheim, Víkingur
Fríða Magnussen, Víkingur
Jóhanna Gaard, Víkingur
Anna Jørginsdóttir, Víkingur
Sólja Ernstdóttir, KÍ
Vár Johannessen, KÍ
Elspa Maria Zachariassen, KÍ
Jonnhild á Sondum, NSÍ
Natalia Dansdóttir Olsen, NSÍ
Rannvá við Streym, NSÍ
Helga Mikkelsen, NSÍ
Jakobina Bergsdóttir, Skála

Næst á skránni eftir Baltic Cup er EM-undankappingin, sum verður í Serbia mánaðarskifti november-desember. Hini bæði londini í bólkinum eru Eysturríki og Kekkia.

Fyrr í ár gjørdust Føroyar besti 2’arin í deild B, og okkara gentur verða tískil at finna í deild A, tá EM-undankappingin verður í heyst.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder