placeholder
Fótbóltur

U19: Hópurin til dystirnir í Estlandi úttikin

Pætur Smith Clementsen, landsliðsvenjari, hevur tikið átjan spælarar út til venjingardystirnar móti Estlandi. Teir verða leiktir 16. og 18. september.

Noomi Hansen úr Víkingi og Eyðrið Rúnadóttir úr 07 Vestur eru millum tær úttiknu til venjingardystirnar móti Estlandi - Mynd: fsf.fo

Noomi Hansen úr Víkingi og Eyðrið Rúnadóttir úr 07 Vestur eru millum tær úttiknu til venjingardystirnar móti Estlandi - Mynd: fsf.fo

2021-09-03 16:42 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Sum fyrireiking til EM-undankapping í Hvítarusslandi í heyst, fer U19 landsliðið við gentum seinni í mánaðinum til Estlands at spæla tveir venjingardystir. Hetta skrivar heimasíðan hjá Fótbóltssambandinum.

Dystirnir verða spældir í Tallinn 16. og 18. september, og spælarahópurin telur hesar átjan:

Kristina Dánialsdóttir Gásdal, 07 Vestur
Eyðrið Rúnadóttir, 07 Vestur
Eyðbjørg Reynslág, AB/B71
Judith Eilersdóttir Rasmussen, AB/B71
Ronja Leonsson Mouritsen, AB/B71
Victoria Ottarsdóttir í Funningsstovu, B36
Lív Rúnadóttir, B36
Ester Ellingsgaard, B36
Birita Pætursdóttir Rasmussen, B36
Sarita Petersen, EB/Streymur/Skála
Sunniva Willemoes Dal Christiansen, HB
Anitha á Dalinum, KÍ
Malena Olsen, KÍ
Maria Vinjardsdóttir Johansen, NSÍ
Nancy Einarsson, TB/FCS/Royn
Sára á Líðarenda, Víkingur
Noomi Hansen, Víkingur
Gunnvá Lútzen, Vildbjerg



placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder