Fótbóltur

U19: Hópurin til EM-undankapping í Kroatia úttikin

Føroyar spæla í Kroatia í døgunum 14. til 23. november – Mótstøðuliðini eru Kroatia, Ísrael, og Finnland.

(Mynd: FSF)

(Mynd: FSF)

2022-11-07 11:50 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í døgunum 14. til 23. november fer føroyska U19-landsliðið við dreingjum til EM-undankapping í Kroatia.

Umframt Føroyar og vertslandið, eru Ísrael og Finnland eisini við í bólkinum.

Føroyar spælir móti Kroatia 16. november, móti Ísrael 19. november, og móti Finnlandi 22. november.

Sigfríður Clementsen, venjari hjá U19-landsliðnum, hevur nú sett navn á teir 20 spælararnar, sum eru úttiknir til kappingina.

Teir eru:

  • Dánjal Danielsen, AB
  • Marius Árting Allansson, B36
  • Svend Danielsen, B68
  • Fayo Kruse, EB/Streymur
  • Heini Fossdalsá Sørensen, FC Midtjylland (Danmark)
  • Eivind Restorff Mouritsen, HB
  • Rani Wenningsted Sørensen, HB
  • Áki Samuelsen, HB
  • Jóhan Jøkladal Højbro, ÍF
  • Jákup Norðoy Wilhelmsen, KÍ
  • Sølvi Johannesen, KÍ
  • Dávid Biskopstø Andreasen, KÍ
  • Tóki Hanusarson á Lógv, KÍ
  • Silas Ólavsson Gaard, KÍ
  • Johan Josephsen, KÍ
  • Marjus Nón, NSÍ
  • Elias Isaksen, Víkingur
  • Áki Magnussen, Víkingur
  • Bartal Einarsson Petersen, TB
  • Andreas Midjord, TB
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder