
Í døgunum 30. juni til 4. juli fer U19-landsliðið hjá monnum til European Open í Svøríki. Kappingin er liður í fyrireikingunum til HM-endaspælið, sum verður í Kairo í Egyptalandi í august.
Dystirnir verða leiktir í Göteborg samstundis sum Partille Cup er.
Føroyar hitta Niðurlond og Finnland 30. juni klokkan ávikavist 10.45 og 16.45.
1. juli spæla Føroyar móti Svøríki klokkan 9.30, og 2. juli klokkan 12 hitta Føroyar Kroatia.
Hondbóltssambandið boðar frá, at hópurin til European Open nú er úttikin:
Málverjar:
Ingi Johannesen, H71
Bjarni Gunnarson Jacobsen, VÍF
Útileikarar:
Filip Haldansen, VÍF
Jákup Egholm, H71
Hanus Gunnarson, H71
Magnus Árason, GOG
Helgi Jakob Halldorsson, H71
Haraldur Karlsson, H71
Jógvan Andreas Lamhauge, H71
Lýðar í Dímun, Neistin
Rúnar Hammer, BSH
Fríði í Innistovu, VÍF
Erling Erlendsson, Kyndil
Brandur Hansen, VÍF
Pauli Rasmussen, StÍF
Jón Midjord, H71
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald