Føroyska U19-landsliðið við kvinnum hevur í juli spennandi uppgávu í Litava. EHF Championship er á skránni, og tað snýr seg um at royna at spæla seg til EM-endaspælið fyri U20-landslið næsta ár.
Tað vóru hesir árgangirnir, sum vóru til HM í fjør og stóðu seg væl - talan er um 04 og 05-árgangirnar. Tað eru eisini nógvar av teimum somu, ið verða við hesa ferð. Fleiri av spælarunum hava gjørt vart við seg í SMS-deildini - og frammanundan.
Anna Elisabeth Halsdóttir Weyhe úr H71 gjørdist Ársins Stjørnuskot. Hon spældi mest á vinstra vongi, men er úttikin sum bakspælari. Har fer Anna Elisabeth, ið hevur vant við A-landsliðnum í vikuni, eisini allarhelst at spæla næsta ár.
Bjørk Franksdóttir Joensen, ið er lám, hevur eisini roynt seg í A-landsliðshøpi hesa vikuna. Maria Pálsdóttir Nólsoy hevur longu spælt A-landsdystir, og tær eru millum tær sjey úr Neistanum, sum eru úttiknar til U19-kappingina. Fimmumboðandi Kyndil eru við.
Venjararnir hjá árganginum eru framhaldandi Simon Olsen og Christoffur Gert Nielsen. Teir hava úttikið hesar 16 leikarar til U19 EHF Championship í Litava:
Málverjar:
Silja Arngrímsdóttir Müller, Neistin
Gylta á Neystabø, Kyndil
Vinstri vengur:
Lea Mohr, Neistin
Silja Heðinsdóttir, Neistin
Høgri vengur:
Karin Egholm, H71
Inga Maria Roysdóttir, Kyndil
Strikur:
Barbara Hammer, Kyndil
Sára Sigrunardóttir Mikkelsen, Neistin
Karina Debes Heinesen, Kyndil
Bakspælarar:
Hanna Jakobdóttir Dalsgarð, Kyndil
Anna Sigrunardóttir Mikkelsen, Neistin
Maria Pálsdóttir Nólsoy, Neistin
Lukka Arge, H71
Bjørk Franksdóttir Joensen, Neistin
Anna Elisabeth Halsdóttir Weyhe, H71
Sára Lagos, VÍF
Málverjavenjari er Annika Arge, fysioterapeut er Sebastian Christensen og liðleiðari Ann-Mari Wang, skrivar Hondbóltssamband Føroya á heimasíðu sínari.
- Kappingin verður leikt í Klaipeda í Litava í tíðarskeiðnum 10. juli – 16. juli. Føroyar eru í bólki saman við Spania, Turkalandi og Bulgaria.
Innleiðandi leiksskráin sær soleiðis út:
Mánadagin 10. juli kl. 12.15 Føroyar – Bulgaria
Týsdagin 11. juli kl. 12.15 Turkaland – Føroyar
Hósdagin 13. juni kl. 12.15 Spania – Føroyar.
Ársins dómarapar í Føroyum, Thomas Juul Sólbjørnsson Thomsen og Jógvan Skeel Nolsøe, skulu eisini til kappingina at royna seg í altjóða dystum.
Fótbóltur
U19-kvinnur: Hesar 16 skulu til Litava í juli
Talan er um nógvar av teimum somu, ið vóru til HM í fjør, og nógvar spæla stóran leiklut í SMS-deildini. Sjey í hópinum eru úr Neistanum.
Maria Pálsdóttir Nólsoy í gjøgnumbroti til HM-endaspælið í fjør. Hon er lyklaspælari hjá tí, sum nú er U19-landsliðið, og ein av teimum mongu úr Neistanum ið verður við í Litava (Mynd: IHF)
2023-06-17 08:43
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald