Í morgin - fríggjamorgunin - kl. 10 spæla føroysku U19 flogbóltskvinnurnar sín fyrsta dyst í NEVZA-kappingini, sum hesi næstu trý árini verður hildin í Føroyum. Londini, sum eru við, eru Danmark, Ísland, Noreg, Ongland og Svøríki umframt Føroyar.
Føroysku kvinnurnar eru komnar í ein rættuliga sterkan innleiðandi bólk. Føroyar eru í innleiðandi bólki við Noreg og Danmark, sum eru styrkismettar avikavist sum nr. 2 og nr. 3 í kappingini.
Føroyar leggja fyri ímóti Noreg klokkan 10.00 og spæla ímóti Danmark klokkan 15.00.
Í hinum bólkinum eru Svøríki, Ongland og Ísland.
Sí eisini: U19-landsdystir í Havn um vikuskiftið
Um Føroyar vinna innleiðandi bólkin, koma tær beinleiðis í eina hálvfinalu, sum verður leikt leygardagin klokkan 17.00.
Um Føroyar enda sum nr. 2 ella nr. 3 í innleiðandi bólkinum, skulu føroysku kvinnurnar leika eina fjórðingsfinalu kl. 10.00 leygardagin. Hendan gevur síðani atgongd til hálvfinaluna, um tær vinna.
Finalan í kappingini fyri kvinnurnar verður sunnudagin kl. 15.00. Dystur um 3. plássið verður sunnudagin kl. 13.00, ímeðan dystur um 5. ella 6. plássið verður sunnudagin kl. 10.00
Hópurin:
Nicola Toftegaard, Saranja Mouritsen, Bára Leonsson Mouritsen, Marita Heinadóttir, Osla Johannesen, Maria Teresa Vitalis, Arina Joensen, Sofía Weihe Simonsen, Anja Sólja Niclasen, Ása Thorkildshøj, Ranja Jóhannesdóttir Magnussen og Miriam Johannesen (vantar á myndini).
Venjarar:
Ragnar í Haraldstovu og Hanna Andriasdóttir Olsen
Flogbóltssamband Føroya
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald