Fótbóltur

U19-landsliðið skal fyrireika seg ímóti Norðurírlandi

Sigfríður Clementsen, venjari, hevur nú úttikið hópin, sum skal spæla tveir venjingardystir í Norðurírlandi í september – Hetta er fyrireiking til EM-undankappingina í Grikkalandi í november.

Í juni endaði tað við 2-2 javnleiki, tá føroyska U19-landsliðið hitti Ísland á Svangaskarði (Mynd: Bjarni Enghamar/FSF)

Í juni endaði tað við 2-2 javnleiki, tá føroyska U19-landsliðið hitti Ísland á Svangaskarði (Mynd: Bjarni Enghamar/FSF)

2021-08-21 12:23 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Sum fyrireiking til EM-undankappingina í Grikkalandi í november, fer U19-landsliðið við dreingjum í næstum til Norðurírlands, har tveir venjingardystir móti norðurírum eru á skránni.

Fyrri dysturin verður á Mourneview Park í Lugan mikudagin 1. september, meðan tann seinni verður á The Oval í Belfast fríggjadagin 3. september. Báðar dagarnar er avspark klokkan 15, skrivar heimasíðan hjá FSF.

Sigfríður Clementsen, venjari hjá U19-dreingjunum, hevur nú sett navn á teir 18, sum eru úttiknir til venjingardystirnar í Norðurírlandi.

Hópurin
Eiler Fróðason, 07 Vestur
Mathias Weihe Joensen, B36
Fríði í Túni Petersen, B68
Bogi Hentze, B71
Sverri Mariusarson, EB/Streymur
Jonathan Lassesen, HB Køge (Danmark)
Elias Rusborg, Hvidovre BK (Danmark)
Emil Weihe Joensen, ÍF
Líggjas Heðinsson, ÍF
Jákup Norðoy Wilhelmsen, KÍ
Beinir Nolsøe, NSÍ
Jørgin Nielsen, NSÍ
Poul Kallsberg, Skála
Bergur Jákupsson Poulsen, Víkingur
Hans Jákup Arngrímsson, Víkingur
Jákup Andrias Thomsen, Víkingur
Olaf Bárðarson, Víkingur
Jens Olsen, AaB (Danmark)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder