Landsliðsvirksemi innan flogbóltin hevur verið stórt í ár, og skjótt eru fleiri landsdystir á skránni.
U19 landsliðini við gentum og dreingjum hava í morgun, 26. oktober, sett kósina til Finnlands. Har skulu liðini kappast um NEVZA meistaraskapin, sum eins og í fjør, fer fram í sonevnda "jólamannabýnum" Rovaniemi
NEVZA er norðurevropiska økið hjá CEV og fatar um norðurlond og Ongland. . Ferðalagið við báðum liðunum fór av landinum í morgun og ferðast gjøgnum Keypmannahavn og Helsinki, áðrenn leiðin verður løgd norður í kuldan í Rovaniemi.
Føroysku dreingirnir eru í bólki 1 saman við Noregi og Danmark. Í bólki 2 eru vertirnur Finnland, Ongland og Svøríki.
Dystirnir í bólkaspælinum eru á skránni fríggjadagin:
Fríggjadagin 28. oktober kl. 07:30 Føroyar – Noreg
Fríggjadagin 28. oktober kl. 12:00 Føroyar – Danmark
(Allar tíðirnar eru føroyskar)
Ungu føroysku kvinnurnar spæla eisini tveir dystir fríggjadagin, umframt ein leygardagin.
Dystarskráin:
Bæði liðini spældu í gjár venjingardyst móti bestu liðunum hjá Fleyr (Mynd: Flogbóltssamband Føroya)
Kelda: Flogbóltssamband Føroya
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald