Fótbóltur

U19 menninir spæla um bronsuna

Taptu í gjárkvøldið dystin um finaluplássið, men seinni í dag móti Íslandi ella Onglandi um bronsuna í NEVZA U19 kappingini, sum er á Hálsi um vikuskiftið.

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2024-10-27 09:40 Author image
Sverri Egholm
placeholder

NEVZA U19, menn:
Føroyar - Danmark 0-3 (21-25, 24-26, 15-25)

Í gjárkvøldið spældu Føroyar ímóti Danmark um plássið í finaluni í NEVZA-flogbóltskappingini fyri U19 landslið við monnum.

Treytirnar hjá Føroyum vóru beinharðar, tí alt annað enn ein 3-0 sigur merkti, at Danmark tók finaluplássið. Tá til stykkis kom, taptu Føroyar 3-0, men Danmark var noytt til veruliga at kýta seg fyri at vinna dystin.

Leingi livdi vónin um stóra úrslitið í fyrsta setti, har Føroyar løgdu seg á odda 15-14, og vóru bara eitt stig aftanfyri við støðuna 19-20, tá ið Danmark sleit seg leyst við fýra stigum á rað, og síðani vann settið 25-21.

Harvið var finaluplássið gloppið Føroyum av hendi, men ikki høvdu Føroyar givið skarvin yvir at vinna dystin. Danmark legði seg á odda við fýra stigum í øðrum setti, 16-12 og 18-14, men Føroyar bardu seg upp á javnleik 20-20 og fóru eisini framum 22-21 og 24-23. Danir hóraðu tó undan settbóltinum og vunnu ístaðin 26-24.

Føroyar fylgdu eisini leingi við í triðja setti, men eftir javnleik 10-10 vann Danmark fýra stig á rað, og hetta tóktist vera mønustingurin, og við seks stigum upp í slag fór Danmark frá 19-15 upp á 25-15 og vann harvið dystin 3-0 og skal kl. 17 í dag spæla finalu ímóti Svøríki.

Føroyar skulu kl. 13 spæla um bronsumerkini. Tann dysturin verður antin ímóti Íslandi ella Onglandi, sum kl. 10 spæla um rættin at møta Føroyum.

Í bólkaspælinum hava Føroyar vunnið á báðum teirra, so vónirnar fyri bronsu eru góðar. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder