Hóskvøldið gjørdu føroysku U19-kvinnurnar av álvara hol í sjógvin við at vinna ógvuliga sannførandi á Niðurlondum í W19 Europaan Championship í Noðurmakedónia. Munurin var sjey mál, og í løtum í dystinum var hann tíggju. Niðurlond er heimsmeistari hjá kvinnum, og hóast U19-liðið lutfalsliga er ikki eins sterkt, so er eingin ivi um, at tað er heilt góð mótstøða. Niðurlond høvdu vunnið sínar tríggjar fyrstu dystir, og var av veddingarfyirtøkum mett at vera risafavorittur móti Føroyum.
Føroyar runnu av álvara avstað frá Niðurlondum, sum fyrri hálvleikur leið. Brynhild Pálsdóttir, á myndini, skoraði sjey ferðir av høgra vongi
Les eisini:
Føroyar tryggjaðu sær fyrsta plássið í bólkinum við sannførandi sigri á Niðurlondum
Ungu hondbóltskvinnurnar vórðu heilt jaliga søgan í gjárkvøldið
Hesar metingar gjørdi liðið hjá Mark Lausen Marcher og Johan Hofgaard til skammar við frálíkum avriki, og síðani hava eyguni verið vend móti spennandi uppgávuni í hálvfinaluni móti Póllandi, ið av veddingarfyritøkum verður mett at vera favorittur. Pólland endaði nummar tvey í sínum bólki.
Fyrsta bríksl í Skopje verður klokkan 19. Dysturin kann stroymast ókeypis á ehftv.com. Tó er neyðugt at gera ein brúkara, men hetta er sum so ómakaleyst.
Umframt finalupláss í EM-kappingini, er eitt pláss til undankappingardystir til HM-endaspælið í heyst uppá spæl.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald