15. desember 2019 kundu nakrir niðurlendingar í einari høll í Kumamoto stórfegnast, og tað gjørdu nógv í heimlandinum helst eisini, meðan Estevana Polman, Lois Abbingh, Tess Wester og hinar á niðurlendska kvinnulandsliðnum tóku ímóti HM-gullheiðursmerkjunum á japansku oynni. Tey vóru ein staðfesting av, hvussu nógv kvinnuhondbólturin í landinum við beint yvir 17 og einari hálvari millión íbúgvum hevði flutt seg uppá nøkur ár.
15. juli 2021 - júst 18 mánaðir, tað vil siga eitt og eitt hálvt ár, seinni, var tað ikki so stuttligt at vera niðurlendskur landsliðsleikari í hondbólti í norðurmakedónska høvuðsstaðnum. U19-kvinnurnar hjá Niðurlondum høvdu vunnið tríggjar teir fyrstu dystirnar í WOMEN'S 19 EHF CHAMPIONSHIP, har tey ið ikki eru til sjálvt endaspælið, kappast. Harvið var sjálvsálitið helst í lagi áðrenn seinasta umfarið í bólkaspælinum, har spælast skuldi móti einum lítlum oyggjasamfelagið í Norðuratlanshavi. Men har høvdu tær snøgt sagt ongan kjans.
Tað gjørdist skjótt greitt, at Niðurlond hevði stórar trupulleikar av føroyska sjey ímóti seks álopinum og eisini av flytiføru og ágangandi føroysku verjuni - í høvuðsheitanum við háttinum, ið Føroyar spældu dystin uppá.
Brynhild Pálsdóttir fekk sítt gjøgnumbort fyri H71 síðsta kappingarár, og í gjár skoraði honn sjey mál av vinstra vongi móti Niðurlondum
Liðfelagin úr Hoyvík, Jana Mittún, átti fleri av teimum uppleggunum. Sum heild var spælskiparin við í heilt nógvum góðum atsóknum, og hon tók ábyrgd
Jana gjørdist eisini toppskjútti í dystinum við tíggju málum og varð kosin dagsins leikari
Spælskiparin Jana Mittún skaraði framúr og varð kosin til dagsins leikara: Tíggju mál og harvið toppskjútti, eitt hav av góðum uppleggum - millum annað nógv til tryggu Brynhild Pálsdóttir á høgra vongi - fleiri góð gjøgnumbrot við megi, ferð og sterkt avrik í verjuni. Í verjuspælinum var tað Vár Bentsdóttir Zachariassen, sum mest gekk á odda við millum annað nógvum takklingum, ið vóru heit rættar. Tvíburðasystur hennara, Lív, stóð eisini væl í miðverjuni/á bakkinum - báðar fingu eisini góð mál í hinum endanum - og aftanfyri verjuketuni stóð føroyski liðskiparin, Rakul Wardum, ein frálíkan dyst við nógvum bjargingum og millum annað fleiri stórbjarginum.
Tvíburðasystrarnar, Vár og Lív, fegnast
Føroyski liðskiparin hevði eisini nógv at fegnast um - millum annað at verjan frammanfyri hana stóð væl, og at hon sjálv hevði nógvar og nógvar góðar bjargingar. Rakul Wardum, ið hevur sín uppruna í Kyndli, spælir til dagliga í danksa Skanderborg og hevur av álvara havt eina góða kapping í Skopje
Føroyska liðið undir "Tú alfagra land mítt", ið varð spælt í heldur høgari ferð
Fram um alt var tað eitt liðavrik, ið gjørdi, at Føroyar fóru flúgvandi avstað frá Niðurlondum og í løtum vóru á odda við tíggju málum. Tað var eisini týðiligt, at liðið var vælfyrireikað, og venjararnir Mark Lausen Marcher og Johan Hofgaard høvdu gott tamarhald á undir dystinum. Munurin millum U19-liðini hjá Føroyum og Niðurlondum í stegðinum var níggju mál - níggju! Og tá høvdu tær í appelsinlittum bert skorað níggju ferðir. Tað gjørdist ongantíð spenningur í, í 2. hálvleiki. Føroyska liðið fekk koyrt sigurin trygt heim, og leygarkvøldið bíðar Pólland í hálvfinaluni.
Les eisini: Føroyar tryggjaðu sær fyrsta plássið í bólkinum við sannførandi sigri á Niðurlondum
Ein eyka gularót við at koma í finaluna er, at tað gevur møguleikan fyri at í heyst spæla um at koma til HM-endaspælið. Føroyska U19-landsliðið er so á røttu kós, og í gjárkvøldið varð eitt risa fet tikið. Úrslitið gevur vón um, at ungu kvinnurnar, eins og U17-dreingirnir í 2019, kunnu vinna eina altjóða kapping. Tey allarbestu í Evropa í aldursbólkinum eru ikki við, men til dømis Niðurlond eru jú sterk mótstøða, og heimasíðan hjá Hondbóltssambandinum skrivar, at "fyrri hálvleikur er nakað av tí besta, vit hava sæð í føroyskum ungdómshondbólti á kvinnusíðuni". Mark Lausen Marcher, ið eisini var annar av venjarunum í Göteborg fyri tveimum árum síðani, segði soleiðis við almennu heimasíðuna hjá kappingini, ið skrivaði um flotta føroyska avrikið:
- Eg eri sera errin av mínum leikarum og av teimum dygdunum, ið tær vístu á vøllinum í dag móti einum sera sterkum mótstøðliði. At vinna ein slíkan dyst so lættliga er sanniliga ótrúligt. Gull? Vit gera altíð okkara besta fyri at royna at vinna, men vit taka eitt fet í senn. Nú er okkara fokus bert á hálvfinaluna.
Fyri fyrstu ferð
NSÍ og KÍ megnaði ikki at fáa tey neyðugu úrslitini fyri at spæla seg víðari úr fyrsta umfari í UEFA Europa Conference League. Teir í gulum og svørtum høvdu fingið málleysan javnleik í Helsinki, men taptu í gjár 1-3 á sínum evropeiska heimavølli. Ljóspunktið á Svangaskarði kom helst, tá tjúgu minuttir restaðu í, tá 17-ára gamli Jørgen Nielsen setti bóltin í netið eftir upplegg frá Klæminti Andrasson Olsen. Jørgen varð fýra minuttir frammanundan skiftur inn til sín fyrsta evropeiska dyst nakrantíð, og harvið var talan um stóra løtu hjá áleyparanum, ið fyllur 18 síðst í november, tá hann skoraði fyri barndómsfelagið, og eitt gott tekin fyri framtíðina hjá NSÍ.
Jørgen Nielsen - spennandi blaðungi áleyparin hjá NSÍ - hevur her minkað um munin móti Honka (Mynd: Bjarni Enghamar)
Nøkur líknandi dømi hava verið sennu árini. Jørgen Nielsen er ein og ein hálvan mánaða eldri nú, enn hvat Jonn Johannessen var, tá klaksvíkingurin í 2019 skoraði sítt fyrsta evropeiska mál í sínum fyrsta evropeiska dysti nakrantíð. Tað var í Gundadali móti Tre Fiori, og Jonn skoraði aftur vikuna eftir í San Marino. Bartal Wardum var tó nakrar mánaðir yngri enn Jørgen og Jonn, tá havnarmaðurin í 2014, sum 17 ára gamal, tríggjar mánaðir og 19 dagar, skoraði til 1-0 fyri HB - næstan júst innkomin - móti FK Partizan. Bartal hevði fingið sín evropeiska elddóp vikuna áðrenn, tá hann kom inn frammanfyri 12.000 áskoðarum í Beograd. Bartal Wardum er beiggi omanfyrinevndu Rakul Wardum - málverjan á føroyska U19-landsliðnum í hondbólti.
Sí eisini:
3-1 og runavíkingar lidnir í Evropa
Allan K. Jepsen: Finnar vóru betri enn vit - tíverri
Myndir: NSÍ - FC Honka á Svangaskarði
Við Djúpumýru oyðilegði lettiska RFS byrjanarveitsluna. KÍ spældi á fyrsta sinni evropeiskan í Klaksvík, og tað endaði við stórum vónbrotið á vøllinum. Oddaliðið í Betrideildini vann 3-2 í Lettlandi 8. juli, men í gjárkvøldið vann RFS deyðbóltskríggið. Heimaliðið megnaði ikki at verja fyri í fýra førum, og tað eydnaðist ikki at gagnnýta teir góðu møguleikarnir, ið heimaliðið skapti - serliga í fyrra hálvleiki av longdu leiktíðini, ið varð neyðug, tí tað endaði aftur 2-3 eftir 90 minuttir.
Loksins evropeiskur fótbóltur við Djúpumýru og áskoðarar í teimum ymsu støðunum - fagnaðurin var sjálvandi øðiligur eftir tey bæði málini (Myndir: Sverri Egholm)
Vónbrotið var eisini stórt eftir seinasta bríksl (Mynd: Sverri Egholm)
Talan gjørdist ikki um nakað evropeiskt ævintýr hjá KÍ í ár. Tó var tað nakað jaligt við, at KÍ partvís er komið á mál við leikvøllinum og nú hevur hýst søguliga dystinum - tað eru tríggir aðrir leikvallir í Føroyum, sum kunnu hýsa evropeiskum dysti. Tað var eitt serligt huglag við millum annað nakað av horntónleiki, umleið 800 áskoðarum, ið vóru nakað spjaddir í teimum trimum ymsu skýlunum - tað í eystara enda er ikki beinleiðis eitt skýlið enn men bert sitipláss - og spenninginum sum var. Tað er eingin ivi um, at KÍ mekrir nógv fyri so nógv fólk í Klaksvík og í Norðuroyggjum. Tey kunnu vóna, at liðið næsta ár fer at megna at spæla seg minst eina ferð víðari í evropeiskari kapping.
Les eisini:
KÍ sligið út eftir heimaósigur
Mikkjal Thomassen: - Kennist sum eitt svart hol
Jákup B. Andreasen- Veit ikki hví vit koma í hasar støðurnar
Myndir: KÍ - RFS
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald